Ferðamannaskip í trupulleikum - 1.300 skulu flytast burtur

Støðan er hættislig og ógreið í Noregi

Ferðamannaskipið Viking Sky er komið í ávlarsligar trupulleikar nær landi í Noregi. 1.300 ferða fólk vera flutt burtur, upplýsir løgreglan í Møre og Romasdal. Bæði tyrlur og bátar eru sendir á staðið.

 

Tað var klokkan 14 í dag, at norska løgreglan fekk neyðarboð frá ferðamannaskipinum. Talan er um trupulleikar við motorinum, og aftrat hesum er tað sera nógvur vindur á staðnum, og aldurnar eru høgar - millum sjey og 10 metrar, sambært TV2.

 

Hetta økið er sambært TV2 ein av vandamestu havleiðunum í Noregi, og fleiri skip eru sokkin á økinum. 

 

Sambært norska VG eru 100 fólk longu komin í land, og fimm av hesum eru flutt á sjúkrahús. 

 

<iframe width="560" height="315" src="https://www.youtube.com/embed/ev7RqEfDOwk" frameborder="0" allow="accelerometer; autoplay; encrypted-media; gyroscope; picture-in-picture" allowfullscreen></iframe>