Øll gistingarhús og aðrar ferðavinnufyritøkur, hava fingið eitt skriv, har Ferðaráð Føroya og MBF bjóða fyritøkunum at verða nevndar í einum faldara, ið lýsir tey støð, har ein rørslutarnaður kann ferðast í Føroyum. Faldarin verður einfaldyr og nevnir bert støð og umstøður og virksemi, har ein ferðandi í koyristóli kann vitja, við einum hjálpara.
Sagt verður í skrivinum, at hetta verður gjørt, tí einki tilfar er í løtuni um hetta. Greitt verður frá, hvørjar treytir skulu lúkast og hvussu mett verður um. Í næstum kemur umboð fyri MBF út at meta um, og síðani ger MBF góðkenningar út frá minstamarks krøvum, nýtslukrøvum.
Freistin í dag
Freistin at boða frá hjá teimum gistingarhúsum og fyritøkum, ið halda seg hava nakað at bjóða rørslutarnaðum, og sum vilja verða nevnd í faldaranum, er í dag.
Sagt verður í skrivinum, at um onkur ivast í, hví tey hava fingið skriv, og tey ikki halda seg hava nakað at bjóða, so kann skrivið eisini lesast sum kunning um tiltakið. Orsøkin til, at gjørt verður á júst henda hátt er, at hetta lættir um arbeiðið, tí ilt er at velja út. Til dømis kann eitt gistingarhús hava eina egnaða matstovu, hóast møguleikar ikki eru at hýsa rørslutarnaðum. Ein stórur trupulleiki er eisini, at so fá WC eru, ið rørslutarnað fáa nýtt.
Í næstum fer MBF at meta um og vitja tey, ið vísa tiltakinum áhuga. Faldarin verður væntandi liðugur í september