2. mars 2002 hevði Føroya Ferðaleiðarafelag aðalfund. Á skránni vóru millum annað broytingar av nevnd felagsins. Bette Johansen ynksti ikki at halda fram sum fastur limur í nevndini, og í hennara stað bleiv Ólavur Hansen valdur. Bette heldur tó fram sum eykalimur. Nevndin hevur síðani skipað seg soleiðis, at Bergur Samuelsen er formaður, Hilda Thomsen næstformaður, Ólavur Hansen skrivari, Anna Elena Skaalum kassameistari, umframt at Jóhanna Hansen eisini er í nevndini. Eykalimir eru Bette Johansen og Jóhanna T. Poulsen.
Felagið er eitt áhugafelag, sum m. a. hevur til uppgávu støðugt at stuðla og menna verandi ferðaleiðarar, umframt at halda nýggjum fólki til. Tað er stórur tørvur á ferðaleiðarum í summarmánaðunum, og hesin tørvur tykist bara at vaksa, við tað at ferðavinnan sum kunnugt bara veksur ár undan ári.
Seinastu árini hava, í hesum sambandi, tvey útbúgvingskeið verið fyriskipað av ferðaleiðarum her í Føroyum. Slíkt skeið er í umbúna at gera aftur til heystar.