Ferðafólk krevja milliardaendurgjald

Seks fólk, sum vóru við ferðamannaskipinum Costa Concordia, tá tað fór á land, krevja nú 460 milliónir dollarar ella knappar 2,6 milliardir krónur í endurgjaldi frá reiðarínum.

Amerikanski sakførarin hjá teimum seks, Marc Bern, sigur, at kravið er reist ímóti móðurfelagnum Carnival Cruise Line í statinum Florida. Kravið varð latið rættinum í Miami fríggjadagin.

Italsku brúkarafeløgini kunngjørdu fríggjadagin, at tey høvdu gjørt semju við reiðaríið um, at tey meiri enn 3.000 ferðafólkini skulu fáa í minsta lagi 82.000 krónur í endurgjaldi í part. Marc Bern sigur, at hann er vitandi um hesa semjuna, men at hann kortini hevur valt at reisa endurgjaldskrav ímóti bretsk-amerikanska eigarafelagnum.

-Og vit fara at leggja fleiri krøv afturat fyri rættin í Miami teir næstu fjúrtan dagarnar, sigur sakførarin.