Strandferðslan hevur verið í brennideplinum seinastu vikuna eftir, at Brandur Sandoy, borgarstjóri í Sands kommunu, fýltist á, at tað tyktist at Teistin er farin at brúka longri um túrarnar.
Síðan hava fleiri onnur, harímillum allir borgarstjórarnir í Sandoynni og Teistanevndin, víst á teirra ónøgd við viðurskiftini á Sandoyarleiðini, ið tey meta ikki vera nøktandi.
Strandferðslan hevur nú, á heimasíðu síni, svarað kritikkinum, ið hevur verið móti stovninum og Teistanum.
- Strandferðslan vísir aftur, at tiltøk eru sett í verk at niðurlaga tænastuna um Skopunarfjørð, ella at boð eru givin um, at Teistin skal sigla seinni fyri at spara olju. Teistin brúkar 28-32 minuttir um ferðina um Skopunarfjørð, eins og hann eigur. Men trupult er stundum at halda fráfaringartíðirnar.
Upplýst verður, at arbeitt verður í løtuni at finna út av hví Teistin ikki megnar at halda fráfaringartíðirnar, og víst verður á fimm møguligar orsøkir.
1. Teistin er farin at taka vatn í Hesti í staðin fyri í Skopun, tí Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur mælt frá at taka vatn í Skopun. At taka vatn í Hesti tekur meiri tíð, og tað seinkar fráferðum.
2. Við verandi billettskipan er tíðin at krevja inn ov stutt. Umhugsað verður at taka berbarar terminalar í nýtslu, so minni tíð verður brúkt at avgreiða billettsøluna.
3. Ov lítil tíð er sett av til at lasta og lossa millum túrarnar, men manningin má hvørja ferð gera arbeiðið til lítar, og hetta tekur ta tíð, tað tekur.
4. Tað kemur fyri, at ferðandi boða frá, at tey eru ov sein, og tá bíðar skipið eftir teimum ferðandi. Tá hetta hendir, seinkar tað fráferðum.
5. Verandi ferðaætlan tykist ikki at vera realistisk, og hyggjast má at, um hon kann tillagast soleiðis, at hon leggur minni trýst á skip og manning.
Í skrivinum lovar Strandferðslan, at tey arbeiða við málinum og eru sinnað at hava fund við avvarðandi myndugleikar og borgarstjórar um trupulleikan.
- Vónandi kann fundurin skapa eina felags fatan millum allar partar um, hvussu umstøðurnar hjá ferðafólki og manning á Sandoyarleiðini kunnu gerast so góðar sum gjørligt. Okkara fremsta mál er altíð at veita ferðafólki so góða tænastu, sum vit yvirhøvur kunnu, skrivar stovnurin.