Aftur í ár verður skipað fyri tí, sum rópt verður Sjóvinnuforum, og hesaferð verður tiltakið hósdagin hin 9. mai á Vinnuháskúlanum.
Hetta er eitt felags tiltak hjá Føroya Skipara-og Navigatørfelag, Maskinmeistarafelagnum og Sjóvinnustýrinum.
Høvuðsevnini í ár verða heilsuviðurskifti hjá sjófólki og týdningurin av at vera skipaður í fakfelag.
- Hetta er eitt forvitnisligt og ókeypis tiltak, sum vónandi nógvir limir hava hug at verða við til, siga tey í Maskinmeistarafelagnum.