Sjey minuttir fyri tíð eydnaðist føroyska landsliðnum at pynta um úrslitið, tá Bogi Løkin vann bóltin á miðvøllinum, rak eitt lítið sindur og síðani sendi eina góða sending fram til Andreas Lava Olsen. Hann setti ferð á, rann mótstøðumannin av og fekk úr spískum sent bóltin millum beinini á eysturríkska málverjanum.
– Sendingin hjá Boga gav mær ein frírennara, og eg fekk so prikað bóltin millum beinini á málverjanum. Eg kundi kanska havt skotið við síðuna av honum, men tað er ikki altíð, at tú fært tað, sum tú vilt hava tað. Men tað var mál, og tað var tað, ið taldi mest, segði skjóti spælarin hjá Víkingi eftir dystin.
– Tað var ein góð kensla at síggja handa bóltin fara inn, tí hetta var fyrsta málið hjá mær í altjóða dysti yvirhøvur. Sjálvt um tað pyntaði um, so kundu vit slett ikki vera nøgdir við at tapa 3-1, tí vit høvdu ætlað okkum eitt betri úrslit. Men vit koma sterkt aftur til næsta dyst.