Spanski tarvafektarin, Juan José Padilla, var heppin at sleppa við lívinum, tá hann varð stangaður av einum tarvi undir einari kapping í Zaragoza fríggjadagin. Hornið á tarvinum fór inn í høvdið beint aftan fyri oyra og út gjøgnum eygnaholið.
Eg síggi einki,k eg síggi einki, rópti Padilla, tá hann varð førdur úr ringinum og á sjúkrarúmið á stadion, áðrenn hann bleiv koyrdur á sjúkrahús.
39 ára gamli tarvafektarin hevur verið innlagdur síðani á intensivu deild á sjúkrahúsinum í Zaragoza, og læknarnir, ið hava viðgjørt hann, siga við AP, at hann væntandi verður lamin í hálvum andlitinum og missir sjónina á øðrum eyganum.
Støðan hjá Padilla er nú støðug og hann er við at koma seg eftir eina fimm tíma langa skurðviðgerð í andlitinum. Læknarnir hava klárað at rætta upp á flestu skaðarnar, millum annað við hjálp av titanium-plátum og kjøti frá øðrum pørtum av kroppinum, men teir megnaðu tó ikki at bjarga einari nerv við kjálkabeinið.
Hetta er ikki fyrstu ferð, at Juan José Padilla kemur til skaða orsakað av tarvafekting. Í 2001 fekk hann álvarsligan skaða í nakkan, eftir at ein tarvur hevði stanga hann til eina kapping í Pamplona, skrivar norska Dagbladet.no.