Tá eitt danskt par í týsdagin skuldi flúgva úr Malaga heim til Billund, fekk 64 ára gamli danin hjartasteðg.
Danska ambassadan í Madrid váttar, at ein dani doyði 16. oktober í sambandi við eina Ryanair rutuflúgving, skriva danskar heimasíður.
Tá starvsfólkið umborð á flogfarinum varnaðist, at okkurt var galið, settu tey seg í samband við eftirlitstornið í Baraja floghavnini í Madrid og upplýstu um eina nyðstøðu.
Flogfarið neyðlendi síðani, so maðurin kundi koma undir læknahjálp, men ov seint var. 64 ára gamli maðurin var deyður av hjartasteðgi.
Eftir at flogfarið hevði lent, vórðu hini ferðafólkini flutt umborð á eitt annað Ryanair flogfar, sum fluttu tey til Danmarkar.