Ein tann størsti føroyski bólkurin á Facebook bleiv fríggjadagin á midnátt niðurlagdur. Talan er um bólkin Hví Happa, sum var liður í eini verkætlanaruppgávu hjá trimum næmingum í Eysturskúlanum í Havn. Á síðuni hjá bólkinum, sum hevði næstan 9000 limir, skrivaðu fleiri føroyingar sína søgu um happing, og bólkurin tyktist at vera rættiliga vælumtóktur.
- Hetta bleiv nógv størri og álvarsamari, enn eg helt, tað fór at verða. Og tá fólk byrjaðu at leggja meg undir bæði líkt og ólíkt, tá hevði eg ikki hug til at hava ábyrgd yvir bólkinum meir, sigur Laila Neshamar, sum upplivdi at vaksin fólk settu seg í samband við seg og klagaðu um bólkin. Nøkur hóttu enntá við at klaga til løgregluna.
Vildu vísa filmin
Tað byrjaði við eini verkætlan um happing, sum Laila Neshamar saman við Carolinu Hansen og Marius Ihlen Garðshorn arbeiddu við. Í sambandi við verkætlanina gjørdu tey ein film um happing.
- Bólkurin bleiv stovnaður, soleiðis at familja, vinir og onnur kundu síggja filmin um happing, sum vit høvdu gjørt, greiðir Laila Neshamar frá og heldur fram:
- Tað var rættiliga stuttligt í byrjanini, tí fólk byrjaðu at deila filmin á Facebook, og vit vóru glað fyri, at nógv fólk sóu filmin, og at vit á henda hátt varpaðu ljós á trupulleikan við happing, fortelur Laila Neshamar.
Fyri hvønn dag komu fleiri limir upp í bólkin, og nógv vóru rættiliga aktiv á síðuni hjá bólkinum.
- Fólk byrjaðu at skriva á síðuna, har tey millum annað greiddu frá, at tey vóru blivin happað, hvussu tey høvdu upplivað happingina , og hvussu tey høvdu tað í dag. Tað hildu vit bara vera positivt, tí tað vísti, at bólkurin bleiv brúktur, og at tað óivað er brúk fyri einum staði, har fólk kunnu siga frá sínum upplivingum við happing, sigur Laila Neshamar, sum seinastu tíðina kendi seg noydda at halda eyga við bólkinum bæði nátt og dag.
- Tað var alla tíðina onkur, sum skrivaði á síðuna, kom við viðmerkingum ella sendi persónlig boð. Nógv skrivaðu eisini, at tey vóru glað fyri, at hesin bólkurin var stovnaður og settu ymsar spurningar um verkætlanina. Og tað hildu vit sjálvandi var stuttligt.
Fekk hóttanir
Men eftir stuttari tíð bleiv tað ikki so stuttligt meir. Fleiri fólk settu seg persónligt í samband við Lailu Neshamar og eisini við okkurt av foreldrunum hjá teimum trimum, sum arbeiddu við verkætlanini.
- Fólk, sum eg als ikki kenni, skrivaðu og ringdu og klagaðu um bólkin. Tey løgdu okkum undir at vera respektleys og komu við hóttanum, um vit ikki niðurløgdu bólkin, tá tordi eg ikki at standa fyri hesum bólkinum longur, fortelur Laila Neshamar, sum var administrator fyri bólkinum, og tað var sostatt hon, sum stýrdi øllum tí, sum fór fram á síðuni hjá bólkinum.
- Tey søgdu, at eg var við til at heingja fólk út, av tí at eg loyvdi limum í bólkinum at skriva ljótt um onnur. Men tað var als ikki endamálið við síðuni, og eg havi á ongan hátt viljað hongt nakran út á síðuni, sigur Laila Neshamar, sum segði foreldrunum frá, tá trýstið bleiv ov stórt.
- Mamma spurdi meg um bólkin, og so segði eg henni, at nú vóru fólk byrjað at seta seg í samband við meg og leggja meg undir bæði eitt og annað. Tá var tað eisini blivið ov nógv av tí góða, og eg hevði ikki hug at vera partur av hesum.
Vildi hildið fram
Umframt at fólk komu við atfinningum til bólkin og løgdu tey trý ungu undir at heingja onnur út, er eisini ein onnur orsøk til, at Leila Neshamar nú hevur valt at niðurleggja bólkin.
- Eg byrjaði at blíva bangin fyri, hvat eg útsetti meg sjálva fyri, tí fólk byrjaðu at skriva til mín um sínar trupulleikar, og hvussu tey høvdu tað. Eg eri bara 15 ár og kann ikki vera eitt slag av sálarfrøðingi fyri vaksin fólk, sum hava upplivað happing og hava tað ringt, sigur Laila Neshamar, sum hevur borið ótta fyri, at okkurt meira álvarsamt kundi standast av bólkinum.
- Tankin um, hvat tað kundi blíva til, gjørdi eisini, at bólkurin bleiv niðurlagdur. Hvat nú, um onkur skrivaði til mín, um at viðkomandi gekk við sjálvmorðstankum ella onkrum líknandi, eg hevði ikki ánað, hvat eg hevði skula gjørt, sigur Laila Neshamar, sum harmast um, at bólkurin nú er niðurlagdur.
- Tann ekstremt stóri áhugin fyri bólkinum vísir, at tøvur er á einum slíkum torgi, har fólk kunnu siga sína hugsan og upplivingar við happing. Eg haldi eisini, at tað er við til at tálma happing. Tí er tað keðiligt, at tað endaði soleiðis, tí vit vildu eisini fegin hildið fram við bólkinum, sigur Laila Neshamar og leggur afturat:
- Vónandi er tað onkur vaksin, sum kann stovna ein nýggjan bólk ella gera okkurt annað, sum minnir um Hví Happa. Eg veit bara tað, at eg eri ov ung til at hava so stóra ábyrgd, sum tað vísti seg at vera, tá tú hevur ein slíkan bólk á Facebook.