Fekk betri móttøku enn formaðurin hevði væntað

? Tað er neyðugt, at vit beinanvegin fara til verka fyri at bøta um korini hjá teimum eldru í Havnm sigur Elin Lindenskov, sum fegnast um ta góðu undirtøkuna frá býráðnum

?Eg eri bilsin av teirri góðu undirtøkuni.

Elin Lindenskov, forkvinna í Sosialu nevnd í Tórshavnar Býráð, sigur at nú er slóðin ruddað at fara undir eitt meiri miðvíst arbeiði fyri at bøta um korini hjá teimum eldru í Havnini.

Slóðin varð ruddað á býráðsfundinum í Havn hóskvøldið.

Tí tá viðgjørdi býráðið álitið, sum ein arbeiðsbólkur hjá býráðnum hevur gjørt um tann eldrapolitikkin í Havnini í framtíðini.

Sum vit greiddu frá í Sosialinum í gjár, hevur ein arbeiðsbólkur gjørt eina drúgva og ógvuliga umfatandi kanning av korunum hjá teimum eldru í Tórshavnar Kommunu.

Men arbeiðsbólkurin hevði eisini fleiri tilmæli um, hvørji tiltøk býráðið skuldi seta í verk á eldraøkinum.

Elin Lindenskov sigur, at álitið fekk óvæntaða góða undirtøku í býráðnum.

? Eg hevði væntað, at allir býráðslimir fóru at taka undir við tí. Men hugburðurin hjá býráðslimunum skuldi verða so positivur, hevði eg kortini ikki rokna við, sigur hon.

Í álitinum hevur arbeiðsbólkurin gjørt eitt uppskot til, hvønn politiskan málsetning, Tórshavnar býráð skal hava á eldraøkinum.

Somuleiðis skeyt arbeiðsbólkurin upp, hvørji ítøkilig tiltøk, býráðið skuldi seta í verk.

? Og nú býráðið hevur samtykt bæði tann politiska málsetningin og tilmælini, hava vit fyri fyrstu ferð fingið nakað heilt ítøkiligt at stevna fram ímóti á eldraøkinum, sigur forkvinnan í sosialunevnd.

Býráðið hevur nú beint málið aftur í sosialu nevnd, sum so skal arbeiða víðari við málinum.

Elin Lindenskov sigur, at høvuðsuppgávan hjá sosialu nevnd verður nú at raðfesta tey tiltøk, sum skulu setast í verk.


Ikki eftir einum degi

Elin Lindenskov sigur, at hon er greið yvir, at talan er um stóran málsetning, sum tekur fleiri ár at gjøgnumføra.

? Men nú hava vit fingið stungið út í kortið, hvat vit vilja. Og tað hevur stóran týdning, at vit fáa gongd á sum skjótast, sigur hon.

Hon sigur, at sosiala nevnd fer tí beinanvegin eftir nýggjár at arbeiða við málinum og at gera eina raðfesting.

Hon sigur, at hóast málsetningurin er stórur, ber tað væl til at seta fleiri tiltøk í verk heilt skjótt, tí tað er ikki alt, sum kostar so nógv.

Eitt nu leggur hon dent á at at fáa eina fyribyrgjandi vitjunartænastu setta á stovn í Havn.

Tað er ein tænasta, har ein sjúkrasystir vitjar øll gomul fólk yvir t.d. 75 ár, tvær ferðir um árið.

Sostatt fer tað at bera til at fanga ymsar trupulleikar so tíðliga sum gjørligt, áðrenn teir vaksið seg stórar.

Elin Lindenskov sigur, at royndir aðrastaðni hava víst, at hetta er eitt tiltak, sum sparir samfelagnum nógvan pening á øðrum økjum, eitt nú í heilsuverkinum. Og hetta er ein tænasta, sum bara kostar eina ársløn til eina sjúkrasystir.

Annars leggur hon stóran dent á at at fáa eldraráðið stovnað og at samskipa upptøkuna til teir stovnar sum eru.

? Men annars er tað sera týdningarmikið, at vit sum skjótast fara undir at fyrireika at byggja fleiri stovnar, røktarheim, sambýli, ella hvat tað verður.

? Tað eru mál, sum tað tekur langa tíð at avgreiða, frá tilrættislegging til stovnurin er liðugur, og tí er at byrja sum skjótast, sigur Elin Lindenskov.