Fekk avleiðingar fyri Sigmund at finnast at flóttafólki

Hann hevur mist tilnevningina sum "Ársins LGBT-persónur"

Sangarin og dansarin Sigmund Tróndheim var tilnevndur heiðurin sum “Ársins LGBT-persónur” í sambandi við tiltakið Danish Rainbow Awards, sum verður 3. apríl. Men hann er nú vrakaður, og hansara framførsla til tiltakið er eisini avlýst, skrivar Ekstrablaðið.

 

Orsøkin er, at hann legði eitt videobrot út á sín Instagram vanga, har hann hvassliga fanst at flóttafólki og tilflytarum. Hann kritiseraði mentalitetin hjá teimum og segði eitt nú, at tey larma og fylla ov nógv í býarbussunum á Norðurbrúgv í Keypmannahavn.

 

- Hansara meiningar samsvara á ongan hátt við virðini hjá Danish Rainbow Awards, og tí kunnu vit ikki góðtaka, at hann verður tilnevndur eina AXGIL-virðisløn ella lata hann framføra til tiltakið, ljóðar tað frá Danish Rainbow Awards í miðlinum oaonline.dk, sambært Ekstrablaðnum. Hendan virðislønin verður latin persóni, sum hevur gjørt mun fyri danska LGBT-umhvørvið. 

 

Sigmund Tróndheim hevur strikað videobrotið og hevur biðið um umbering, har hann ásannar, at hann fór út um mark.

 

Sigmund er hálvur føroyingur, og hann gjørdist landskendur eftir sína luttøku í X-Factor í fjør. Seinasta vikuskiftið royndi hann seg í danska Melodi Grand Prixnum, har hann fekk eitt triðja pláss.