Mikkjal Helmsdal er fegin um, at tað nú loksins eru útlit fyri, at Marknagilsdepilin verður veruleiki.
- Tað hevur stóran týdning, at farið nú verður í gongd. Verandi hølisviðurskifti eru alt ov trong, og tær fyribils loysnirnar, sum vórðu gjørdar, høvdu ein tíðarhorisont fram til 2014. So tað er av stórum týdningi, at farið verður í gongd, og at skúlin stendur liðugur so skjótt sum til ber, sigur Mikkjal Helmsdal.
90 milliónir krónur eru skarvaðar av í mun til uppruna verkætlanina, men tað er gjørt á skynsaman hátt.
- Tað ger sjálvandi tann munin, at bygningurin ikki verður heilt tað, hann upprunaliga var ætlaður at vera. Men hinvegin haldi eg, at sparingarnar eru gjørdar á ein slíkan hátt, so at tær ávirka funktiónirnar í bygninginum sum minst, sigur Mikkjal Helmsdal.
Sparingarnar ávirka, at undirvísingarhølini verða fýra fermetrar minni.
- Men tey eru framvegis 65 fermetrar hvørt, og eg haldi ikki, tað hevur avgerandi ávirkan á góðskuna av verkætlanini sum heild. Allar funktiónirnar, ið vórðu ætlaðar at vera í bygninginum, verða varðveittar, sigur Mikkjal Helmsdal.
Rektarin í Hoydølum hevur verið við í allari drúgvu tilgongdini.
- Tað verður ein lætti, tá Løgtingið hevur samtykt verkætlanina, og spakin verður settur í. Vit hava arbeitt miðvíst við hesum síðani á vári 2008, og tað vil siga í skjótt fimm ár, fyri at fáa verkætlanina setta í gongd, sigur Mikkjal Helmsdal, rektari í Hoydølum.