Trygvi Mortensen, høvuðsvenjari hjá NSÍ kann fegnast um 27 av 27 møguligum stigum ímóti botnliðunum, AB, B68 og Skála hetta kappingarárið.
Í dag stóð AB fyri skotum, tá NSÍ vann 3-1 við Løkin í Runavík. Trygvi heldur, at burtursæð frá løtum í fyrra hálvleiki, so stóð NSÌ fyri tí mesta, og vann ein uppibornan sigur. Hann viðgongur, at við 3-1 leiðsluni fóru teir ímóti dystarenda at fokusera uppá útsetta dystin ímóti Víkingi, sum verður spældur við Løkin mikukvøldið klokkan 18.
Heðin Stenberg, málverji hjá AB ásannar, at teir í AB hava havt eina ógvulig tunga gongd ímóti NSÌ, og hann er vónbrotin um, at tað eydnaðist ikki at vinna eitt einasta stig frá NSÌ hetta kappingarárið.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr tað, sum Trygvi Mortensen og Heðin Stenberg søgdu í sendingini "Triði Hálvleikur" á Rás2.