Fegin um nýggja rúsdrekkapolitikkin

Fólkaheilsuráðið fegnast um, at myndugleikarnir hava lurtað eftir teirra tilmælum.

17. juli varð eitt nýtt álit til ein føroyskan rúsdrekka- og rúsevnispolitikk handað landsstýrismanninum í heilsumálum, Karsten Hansen.


Ætlanin var, at álitið skuldi leggjast fyri tingi til aðalorðaskifti, men er tað eitt av teimum málum, ið dettur niðurfyri nú løgmaður hevur útskrivað val til 1. september.


Formaðurin í Fólkaheilsuráðnum, Pál Weihe, er tó fegin um nýggja álitið frá Heilsumálaráðnum.


- Vit í Fólkaheilsuráðnum eru sera fegin um, at tey tilmælini, ið vit hava mælt til seinastu tjúgu árini, øll eru komin við í nýggja álitið hjá Heilsumálaráðnum um rúsdrekka og rúsevni. Millum tey tilmælini er ein einkarsølu, og at prísur og atkomiligheit verða brúkt at avmarka nýtsluna.


Pál Weihe vísir á, at fyri tey, ið dagliga arbeiða við hesum málum, so er tað eitt slag av viðurkenning, at 
teirra tilmælir eru við í nýggja álitinum. 


- Hetta eru tilmælir, ið vit hava ført fram síðani fyrst í nítiárunum, og gevur tað okkum eitt slag av almenna undirtøku, at tey nú er við í nýggja almenna rúsdrekka- og rúsevnispolitikkinum hjá landsstýrinum.