Febrilskir feðgar fjøtraðu føroyskar fjølmiðlar

    

Síðani løgmaður í 1998 kallaði saman alt tað føroyska tíðindamannaliðið frá bløðum, út- og sjónvarpi og legði teimum eina við, hvussu fullveldið skuldi fremjast, og næstan appelleraði til minst møguliga debatt og helst ikki ov nógvar forvitnar spurningar, ja, so hevur kritiskur journalistikkur í Føroyum næstan ikki verið til! Hetta var ein ódámligur og manipulerandi fundur, sum ikki sømdi seg fyri ein borgarligan flokk, men flestøll mundu gruna, at tað var heldur ikki tann borgarligi Fólkaflokkurin, sum hevði funnið upp á at vilja stýra fjølmiðlunum ella næstan múlabinda alt journalistaliðið á »sjálvbodnan hátt«! Metodan við at stýra fjøl-miðlunum er ikki ókend fyri eldra feðgan Hoydal og er ofta umrødd av framamonnum, sum regluliga fýltust á føroyskan tíðindaflutning. So vit mugu meta, at løgmaður her helst, sum ikki eina ferð, hevur verið óbeinleiðis stýrdur úr London og eitt hent amboð hjá feðgunum.
Sum boðberi feðganna at kalla kravdi løgmaður, at journalistarnir skuldu góðkenna landsstýrisins hjálparleysa evangelium um fullveldi ? hann visti væl, at allur tann nationalistiski boðskapurin var so ússaligur og viðbrekin, at hann toldi ikki debatt ella hvast orðaskifti, og tí forvæntaði landsstýrið, at fjølmiðla-liðið skuldi akta landsgonguna í øllum hennara tvangstankum. Og síðani tá hava landsstýrismenn stórt sæð verið friðaðir í fullveldismálum.
Tað tykist sum um tíðindafabrikantarnir hava verið programmeraðir til at hjálpa landsgonguni við at fremja fullveldisskipanina, sjálvt um fólk vóru skeptisk og flestøll ímóti. Hetta er ein óhugnalig støða, sum minnir um bæði katolicismu og kommunismu. Alt skal trúttast ígjøgnum úr erva, ella ex catheara, sum tikið verður til. Í slíkum system-kompleksum er ikki pláss fyri atfinning. Boðskapurin er so mikið naivur og veikur, at hann vil ikki kunna greiða eina kritiska debatt. Tí má alt baserast upp á postulerandi dogmir, og kritisk debatt ella hvast orðaskifti verður bannlýst! Fullveldismálið er so mikið spinkult og illa undirbygt, at tað tolir ikki at verða toygt úr hvørjari lykkju ? tað má og skal lumpast ígjøgnum. Hetta hevur altíð verið achilleushælurin hjá loysingarrørsluni.
Hon orkar ikki og tolir ikki kritiska debatt.
Ein av hesum tíðindamonnum var placeraður á sjálvari Dimmalætting, hesum heiðurskrýnda gamla sambandsblað. Hann skuldi vera tíðindamaður, altso referentur og ikki kommentator! Tað fall nógvum eldri sambands- og javnaðarfólki fyri brótstið at lesa skammrósandi greinir um øll tey meira og minni vitleysu uppskot, sum komu úr Tinganesi. Hann vælsignaði kritikkleyst, gloypti skikkiliga og svølgdi uttan at blunka hvørjum postuláti, sum kom frá Høgna Hoydal, óansæð hvussu tápuligt tað var.
Hóast greinir hansara ofta stóðu á forsíðu Dimmalættingar, har vanliga bert refererandi tilfar stendur, so vóru tær soleiðis skrivaðar, at tann gløggi lesarin ikki helt hetta vera vanligan tíðindaflutning, men heldur eina politiska framløgu, har maðurin kommenteraði heldur enn refereraði. Tað hevur hann sjálvandi skrivifrælsi til, men tá er hann ikki blaðsins maður longur, og má so skriva persónliga fyri heilt egna rokning á debatt-síðunum.
Ingi Rasmussen var við at gera ta áður seriøsu Dimmalætting til grin sum tíðindablað! Ein pendant til henda Inga hevði Sosialurin fingið at dragast við ? hann æt Høgni Mohr, og skrivaði so forliptar, so frelstar og so púra kritikkleysar fullveldisgreinir um Høgna Hoydal á sjálvari forsíðu javnaðarblaðsins, at javnaðarveljarar øtaðust og vamlaðust. Hesin tjóðveldis-agenturin, Høgni Mohr, slapp seinni inn á Dimmalætting. Klagurnar til báðar blaðstjórarnar um hesar menn vóru endaleysar, og tíbetur sluppu bæði bløðini av við teir ? MEN um ikki harra Ingi Rasmussen kom fram aftur á Sosialinum, eftir at Dimmalætting endiliga var sloppin av við hann! Tá ið Dimmalætting slapp av við Høgna Mohr, loftaði Fregnartænasta Tjóðveldisfloksins honum, og vælgagnist teimum!
Ta fyrstu tíðina Ingi skrivaði á Sosialinum, skikkaði hann sær og skrivaði, sum hann eigur um neutralar hendingar, og fáur gav sær far um annað.

Substansur ella garnitura
Men so um miðjan oktober í ár tevjaði Ingi aftur kristnamannablóð. Javnaðarkvinnan Katrin Dahl Jacobsen hevði á tingi loyvt sær at fýlst á grova populistiska atburð varaløgmans upp undir seinasta fólkatingsval, har hann, avgjørt uttan nakað vissugrundarlag lovaði fólki olju. Samstundis loyvdi Katrin Dahl Jacobsen sær at samanbera varaløgmansins demagogisku framferð fyri at bjarga sær stemmur í allar evstu løtu við ta propagandu, sum hevði verið vanlig í totaliterum londum! Hon nevndi ongan fascist, kommunist ella nazist við navni!
Hevði nú Ingi verið at sær komin tíðindamaður, so hevði hann borað í sjálvum substansinum, nevniliga tí veruleika, at Katrin Dahl Jacobsen týðuliga vísti á, at Høgni Hoydal grovt yvirspældi sína rollu við uttan fulla vissu at royna at billa fólki inn, at nú var vælferðin tryggjað ? oljan var funnin! Men hvat ger Ingi ? hann heftir seg ikki við innihaldið í málinum, ? hann heftir seg við formin! Hann roynir við í sínum greinum at fáa Adolf Hitler í staðin fyri Hoydal blandaðan upp í føroyska oljuvinnu. Í sínum polemiska formi, men avgjørt sakliga innihaldi, hevur Katrin Dahl Jacobsen yvirhøvur ikki nevnt Adolf Hitler, men tann má vera sekur, ið at sær tekur.
Í staðin fyri at vera professionelt errin av, at eitt javnaðarfólk á tingi torir at skræða gekkaskortin av einum manipulerandi og populistiskum landsstýrismanni, so fer Ingi Rasmussen ómansliga eftir einum djørvum konufólki, sum ger ein part av tí arbeiði, hann sjálvur átti at gjørt. Hjá hesum journalisti verður garnituran í røðuni prioriterað hægri enn substansurin!
Hvussu Katrin Dahl Jacobsen greiddi frá varaløgmansins grovu demagogi var fyri harra Inga Rasmussen meira avgerandi at festa seg við, enn hvat hon segði, og tað fellir ikki Inga inn at bora í tí faktum, at landsstýrismaðurin royndi at lumpa føroysku veljarafjøldina beint upp undir valið og harvið allarhelst »stjala« fólkatingsmandatið frá antin Javnaðar- ella Fólkaflokkinum!

Forvitnisligur og hektiskur mánadagur
Tað stutta av tí langa í hesum máli er tað, at teir ovurnervøsu feðgarnir Hoydal í tólvta tíma áðrenn fólkatingsvalið, royndu eitt ónossligt kvett fyri at tryggja yngra feðga fólkatingsmandatið. Til dømis átti harra Ingi at sett kritiska ljóskastaran á, hvat ið hendi bæði í landsstýri og í fjølmiðlum mánadagin fyri valið, og hví eldri feðgi var staddur júst hetta vikuskiftið í Føroyum í staðin fyri at passa sítt arbeiði (sic) í London. Og var Ingi nakar maður, átti hann at kanna, hví eldri feðgi sýndi so febriskan aktivitet í Havn hetta vikuskiftið fyri at fáa bæði fjølmiðlar, petroleumsministara og føroysku veljarafjøldina sannførda um, at NÚ var olja funnin og túsundársríkið beint fyri stavn!
Hví var til dømis okkara skikkiligi og skróturri oljuministari, hampamaðurin harra Eyðun Elttør lokkaður til at halda bombastiskan tíðindafund um olju klokkan 11.00 fyrrapart, dagin fyri valið, hóast Amerada Hess ikki hevði lovað nakað um, at tað sindrið, sum funnið var, kundi útvinnast ella skapa møguleika fyri nakrari framleiðslu. Tvørturímóti ? Ameradamenn søgdu týðuliga, at hetta skuldi kannast nærri. Tað var eingin grund til, og avgjørt ikki nóg mikið av substansi í Ameradatíðindunum til at halda ein so propagandistiskan fund. Spurningurin er um menn í øðrum londum ikki høvdu verið lagdir undir at renna ørindi fyri parthavarar og gera seg skyldugan í kurspleygu av partabrøvum atlantisku petroleumsmanna. Nú hava vit onki virðisbrævamarknaeftirlit, so menn sluppu undan átalu í hesum føri.
Klokkan 12.30 sama mánadag lýsti útvarpið til veldugan fund á Hotell Føroyum klokkan 17.30, har seinni bæði sjónvarp og útvarp vóru til staðar og eldri feðgi sum nevndarformaður í Atlantic Petroleum lýsti framtíð partaeigaranna spesielt og føroyska fólksins generelt sum glæsiliga og næstan problemfría. Hetta var primitiv, grov og ósmaklig demagogi! Tað var, sum áður nevnt einki í orðunum frá Amerada Hess, sum gav nakað grundarlag fyri slíkari optimismu, hvørki hjá eldra feðga ella øðrum petroleumsmonnum. Hesin sonevndi kunningarfundur á Hotel Føroyum var altso meira og minni bluff!
Stjórin í petroleumsfelagnum, Vilhelm Petersen, fyrigyklaði naivum føroyskum strembarum risastóran kursvinning við ljósareyðum orðalagi! Í Sosialinum leygardagin fyri verður annars týðuliga skrivað, at tað ikki kann sigast nakað um, at tað verða útlit fyri framleiðslu av olju, tað mugu nærri og gjøllari kanningar til! Har var eingin vissa, har vóru bara beskednar metingar, nógv fyrivarni og spinklar vónir!
Hesi fyrivarni tóku hvørki eldri ella yngri feðgi ? nú kunnu fólk sjálv meta um, hvør ið lýgur! Hava feðgarnir ikki logið, so hava teir, ið hvussu so er ikki sagt allan og fulla sannleikan! Tað er grovt ábyrgdarloysi at fara út og siga hálvar sannleikar, serliga beint undan vali og geva veljarafólki varhugan av, at olja er funnin, tá ið fyrivarni verða tikin fyri, at tað er nakar reellur møguleiki fyri framleiðslu!
Tann, sum trýr, at Londonfeðgin ikki hevur nakra ábyrgd av, at Tinganes-feðgin fór út dagin eftir í bløðunum og reypaði av, at oljan var funnin, ja, hann hevur tað, sum tann, ið trýr bæði upp á storkin, jólamannin og Tjóðveldisflokkin í senn! Slíkum fólki er synd í! Einki, sum hesir menn gjørdu, var spontant, tað var planlagt og fyrireik-að niður í minsta komma, eisini lýsingin í Dimmalætting. Hon var tilætlað og præfabrikerað!