Tveir teir fyrstu dystirnir í bólkaspælinum í ársins Champions League kapping hava verið fyrr í kvøld. Borussia Dortmund vann 3-0 á FCK, og Dinamo Zagreb tók øll á bóli og vann 1-0 á Chelsea.
Bólkur E:
Dinamo Zagreb hevur kvøld tikið flestu fótbóltsfjeppararnar av bóli. Kroatiska meistaraliðið vann 1-0 á Chelsea, sum í seianstuni hevur keypt stórt inn. Dinamo Zagreb kom á odda aftaná 13 minuttir við máli sum Mislav Orsic skoraði. Hini bæði liðini í bólkinum eru FC Salzburg og AC Milan.
Bólkur G:
FCK fekk oyrini í maskinuna, tá teir í kvøld vóru á vitjan í Dortmund. Heimaliðið hevði tamarhald á meginpartinum av dystinum og vann greitt 3-0. Marco Reus, Raphael Guerreiro og Jude Bellingham skoraðu málini. Hini liðini í bólkinum eru Sevilla og Manchester City.
Restina av dystunum verða spældi í kvøld og í morgin.