FCK-bragd og Brøndby-sensatión

FC Keypmannahavn vann á útivølli móti Ajax Amsterdam, meðan Brøndby spældi sítt kroatiska mótstøðulið niður í UEFA Cup kappingini hóskvøldið

 

Danir vóru helst teir, sum vóru mest ovfarnir av úrslitunum hjá teimum báðu stóru feløgunum hjá sær hóskvøldið.

FC Keypmannahavn og Brøndby spældu seinnu dystir sínar í Europa Cup kappingini, og eftir at hvørki av liðunum kláraði at vinna á heimavølli, roknaðu tey flestu við, at feløgini fóru at verða send úr kappingini í seinna dystin.

Mótstøðan hjá bæði FCK og Brøndby var sterk. FCK skuldi spæla móti stórfelagnum Ajax Amsterdam, meðan Brøndby skuldi hitta liðið, sum sendi enska toppliðið Aston Villa úr kappingini, Varteks.


Ajax sett upp á pláss

FC Keypmannahavn spældi málleysan javnleik í fyrra dystinum á heimavølli, og tí varð roknað við, at Ajax fór at gera tað, sum var neyðugt fyri at koma víðari.

Men soleiðis skuldi tað ikki ganga.

FC Keypmannahavn var í stórum pørtum av dystinum við yvirlutan í leiki, og kjansir vóru eisini at gera mál. Zuma hevði góðan møguleika beinanvegin í dystin, men hann skjeyt á málverjan.

Eftir hálvleikssteðgin legði Ajax harðliga fyri, og teir trýstu FCK í einar 10 minuttir. Men so vendi FCK dystinum, tók alt meira yvir, og fluttu bóltin væl á vøllinum.

Dysturin gekk móti longdari leiktíð, tá avgerðin fall. Átta minuttir fyri tíð fekk FCK fríspark einar 20 metrar úr málinum, og tað tók Niclas Jensen sær av. Hann sendi bóltin fram við múrinum og upp í málhorni.

Seinastu minuttirnar trýsti Ajax, og teir fingu ein góðan møguleika, men tað nógv útskeldaði FCK-málverjin, Magnus Kihlsted, bjargaði væl.

Í evstu løtu hevði FCK stóran møguleika, men Zuma brendi aftur. 1-0 var nóg mikið hjá FCK, sum nú er komið víðari í UEFA kappingini.

Todi Jónsson stríðist við skaða, og hann var tí ikki við á liðnum hjá FCK hetta kvøldið.


Brøndby brillieraðu

Brøndby stóð fyri eini veruligari sensatión hóskvøldið. Teir høvdu tapt 3-1 á heimavølli móti kroatiska liðnum Vartaks, og tað var einki, sum bendi á, at danska oddaliðið skuldi klára at venda hesum tapi í seinna dystinm.

Men Brøndby legði harðliga fyri, teir vóru ágangandi um allan vøllin, og vístu slíkan hugburð, sum tað sjáldan sæst hjá donskum liðum.

Longu eftir 40 sekund gjørdi Vartaks sjálvamál, og so fór Brøndby-maskinan rættiliga í gongd.

Brøndby skuldi vinna 2-0 fyri at koma víðari, og tá ein hálvur tími var farin, skoraði Peter Madsen til 2-0. Nakrar minuttir eftir steðgin økti svenski profilurin hetta kvøldið, Matias Jonson, til 3-0, og hann fekk ikki afturhald. Hann skoraði tvey mál afturat, so Brøndby vann ein lemjandi 5-0 sigur.

Mótstøðuliðið hjá Brøndby var ikki eitthvørt, tí teir sendu fyri kortum enska toppliðið Aston Villa úr UEFA kappingini. Nú verður teir sjálvur ekspederaðir fyri full drøn.