FC Suðuroy fær útlendskan styrk

FC Suðuroy ætlar sær upp í 1. deild til komandi kappingarár

FC Suðuroy boðar í dag frá, at felagið hevur gjørt avtalu við 31 ára gamla Veljko Vukovic, sum kemur at verða partur av hópinum í seinnu hálvu. Hann spældi í fjør við TB.

Veljko Vukovic, sum er úr Serbia, er miðvallari og veit hvat hann kemur til. Hann hevur spælt 18 dystir fyri TB í fjør. FC Suðuroy er í løtuni á 2. plássi í 2. deild, men hevur eitt greitt mál um at koma upp í 1.deild.

Í steypakappingin megnaði FC Suðuroy at geva 07 Vestur ein skarpan gang, men endaði við at tapa. Venjari er Palli Augustinussen.