105 amerikonsk børn eru um vikuskiftið sloppin leys eftir at hava verið hildin sum sextrælir. 150 fólk eru tikin í málinum, skrivar Berlingske.
Á tíðindafundi í gjár greiddi FBI frá, at tey hava funnið ein ring av menniskjaseljarum, sum hevur røtur í 76 býum um alt USA. Hetta er higartil lstørsta mál hjá FBI um børn, sum eru noydd til skøkjulevnað. Misbrúktu børnini eru 13-17 ára gomul.
Á tíðindafundi á høvuðsstøðini hjá FBI í Washington DC greiddi Ronaldo Hosko varastjóri, frá, at tey handtiknu eru bæði lógleys harkalið, smærri bólkar og einstaklingar, skrivar TV2.
Í summum førum vórðu sosialir miðlar brúktir til at lokka børnini út í forstaðirnar í Washington DC, har tey síðan vórðu noydd út í skøkjulevnað.
Tey handtiknu fóru sambært FBI serliga eftir børnum og ungum við sosialum trupulleikum. Í fleiri førum eru børnini seld til kynsliga misnýtslu gjøgnum væl umtóktu heimasíðuna Backpage, sigur sjónvarpsstøðin NBC.
Tey 150 handtiknu fólkini verða millum annað skuldsett fyri menniskjasølu.
(Mynd: BRENDAN SMIALOWSKI)