Hesar seinastu vikurnar hevur Herfølge so at siga hvønn dag verið á skránni í donsku pressuni. Tað hevur verið nógv sagt og skrivað um, at teir lótu tveir spælarar fara til AB, og í síðstu viku vistu donsku fjølmiðlarnir at siga, at tað hevði verið kreppufundur í felagnum. Fíggjarliga stendur ikki serliga væl til, og nú er komið fram, at pengamenn uttanfyri felagið hava havt hálsrætt yvir fleiri spælarum. Nú er hetta broytt. Nýggir pengar eru lagdir í felagið, og nú verður sagt, at viðurskiftini eru komin upp á pláss.
Ein av stóru spurningunum í felagnum hevur tær seinastu vikurnar verið, hvussu tað verður við venjaranum. Sáttmálin millum John Faxe Jensen og Herfølge er galdandi til endan á hesum kappingarárinum.
Í síðstu viku ljóðaði, at tað var rættuliga sannlíkt, at nýggjur sáttmáli fór at verða undirskrivaður innanfyri einar fjúrtan dagar. Tað varð sagt, at sáttmálin m. a. fór at hava við sær, at Faxe komandi ár bara skuldi venja og ikki skuldi spæla. Venjarin segði sjálvur, at hann avgjørt var áhugaður í at halda fram í felagnum, um lønin og umstøðurnar annars vóru nóg góðar.
Umstøðurnar annars sipaðu til tíðindini um, at tað hevur verið nevnt, at venjarin var ikki nóg væl kunnaður, tá tveir spælarar, Steven Lustü og Jesper Falck, vórðu seldir til AB, og tá ein spælari, Jens Madsen, varð seldur til Grikkalands, tá farið varð undir nýggja kappingarárið. Í Herfølge hildu teir seg hava gjørt eina nýggja avtalu við miðvallaran, men sáttmálin var ikki undirskrivaður, og so fleyg frælsi fuglurin.
Eftir vikuskiftið hevur pípan hjá venjaranum fingið annað ljóð. Nú verður sagt, at tað er góður møguleiki fyri, at John Faxe Jensen ikki verður í Herfølge komandi kappingarár. Tað kann hugsast, at talan er um samráðingartaktikk, men tað er ein veruleiki, at venjarin hevur sagt, at hann hevur tilboð og følarar bæði úr øðrum feløgum í Danmark og frá útlendskum feløgum.
? Avgerðin um framtíðina verður tikin í desember, sigur John Faxe Jensen.
jh