Fawzia stillar upp til forseta

Í Afghanistan ætlar tingkvinnan Fawzia Koofi at stilla á forsetavalinum, verður í 2014. Tá hevur Hamid Karzai verið forseti tvey valskeið og kann tí ikki stilla uppaftur.

Tann 36 ára gamla Fawzia Koofi er tann fyrsti einstaklingurin, sum alment hevur boðað frá uppstilling. Sjálv sigur hon, at hon væntar sær harða mótstøðu og hóttanir um ágang, og at uppstillingin fer at leggja stórt trýst á familju hennara. Hon væntar eisini, at vandamiklir menn fara at gera henni valstriðið trupult.

Fawzia Koofi hevur leingi stríðst fyri betri rættindum til kvinnurnar í Afghanistan. Eitt annað av hennara politisku málum er, at náttúruríkidømi landsins skal gagnnýtast betur, so tað gevur størri ískoyti til samfelagsbúskapin.