Favoritturin endaði á ovastu rók

Í eini stúgvandi fullari Hafnia Lounge vann favoritturin, Rókur J. Jakobsen, tónleikakappingina Singer/Songwriter 2004 leygarkvøldið. Hann basti Jóannes Lamhauge og Kári Páll Nolsøe í eini spennandi og javnari finalu

Hann hevur verið ein eyðsýndur partur av føroyska tónleikalívinum seinastu 10 árini, har hann hevur vunnið seg framm til at vera ein av okkara fremstu songfuglum. Hann er mest kendur sum frontmaður í eitt nú bólkunum Tangz, MC Hár og All That Rain, men nú kann 25 ára gamli Rókur J. Jakobsen eisini breggja sær av at kalla seg fyri ársins Singer/Songwriter.
Í eini fullsettari Hafnia Lounge leygarkvøldið vann Rókur J. Jakobsen tónleikakappingina Singer/Songwriter 2004.

Fjølbroyttar framførslur
Talan var um tríggjar rættiliga fjølbroyttar luttakarar, sum høvdu vunnið seg framm til finaluna leygarkvøldið. 18 ára gamli, Jóannes Lamhauge, legði fyri. Eins og í undanumfarinum gjørdi hann nógv burtur úr at greiða áhoyrarunum frá upprunanum til løgini, og tað eru ikki hissini evni, sum ungi og evnaríki tónleikarin skrivar um.
Hjá teimum, sum høvdu leitað sær í Loungina at hugna sær leygarkvøldið, mundi tað kennast dapurt at hoyra løg um kærleikssorg, krabbamein og barnaloysi. Í løtum kundi tað kennast nakað nógv av tí góða at hoyra drúgvu frágreiðingarnar hjá Jóannesi aftanfyri løgini.
Jóannes Lamhauge var mest óroyndi tónleikarin í finaluni í Singer/Songwriter kappingini, men hann kom kortini væl frá síni framførslu. Hann syngur væl, meðan gittarspælið kanska framvegis haltar nakað.
Meðan framførslan hjá Jóannesi var rættiliga álvarsom, gjørdist stemningurin nakað lættari, tá Kári Páll Nolsøe trein á pallin. Aldursforsetin í finaluni undirhelt fyri allar pengarnar, og gav seg fult út. Hann tók ikki seg sjálvan ov hátíðarliga, og tað merktist væl, at hesin lætti stílur fall í góða jørð hjá áhoyrarunum í Loungini.
Av teimum trimum finalistunum hevði Kári heilt avgjørt besta sambandið við áhoyrararnar. Framførslan hjá honum var eisini hin mesta fjølbroytta við vísukendum, naivum og meira "80 ára sligum" løgum.
Triðja og seinastu framførsluna átti favoritturin og mest royndi tónleikarin, Rókur J. Jakobsen. Stóra styrkin hjá Róki er hansara frálíka rødd, og júst røddin hevur óivað verið avgerandi, tá dómararnir skuldu taka dagar ímillum jøvnu finalistarnir.
Serliga triðja lagið hjá Róki, sum var ein still vøgguvísa, bergtók áhoyrararnar. Hóast flestu áhoyrarnar høvdu verið meir enn einaferð og smakka sær á í barrini, megnaði Rókur at fáa allan salin at sita pinnastillan og lurta eftir hugtakandi framførsluni hjá sær.
Av teimum trimum luttakarunum hevði Rókur bestu teknisku framførsluna, og tað var tí fult uppiborið, at 25 ára gamli havnarmaðurin dró longsta stráðið í kappingini. Skalt tú finnast at nøkrum hjá Róki, kann nevnast, at hann kann gerast meira sannførandi, tá hann ber síni løg framm.
Við sigrinum tryggjaði Rókur sær tveir dagar í upptøkudagar í Útvarpi Føroya og eitt gávukort frá Hotel Hafnia

Ikki innkomandi
Ein rúgva av fólki hevði leitað sær á Hafnia Lounge leygarkvøldið at lurta eftir finaluni í Singer/Songwriter kappingini. Har vóru spentar mammur, vinfólk, tónleikaáhugað, ung, eldri -ja stutt sagt fólk úr øllum heraðshornum.
Tá fyrsti finalisturin trein á pallin var ikki innkomandi í Loungina, so Hotel Hafnia hevur óivað, eins og áhoyrararnir, havt ein góðan dag leygarkvøldið.
Hetta er á øðrum sinni at skipa verður fyri kappingini, og tað tykist sum um áhugin fyri kappingini er veksandi. Hóast luttakaratalið í ár ikki var eins høgt sum í fjør, so kunnu fyrireikararnir kortini fegnast um, at fleiri og fleiri áhoyrarar sýna kappingini áhuga.
Ikki fyri at taka nakað frá hugnaliga umhvørvinum á Hafnia Lounge, men eftir finaluna leygarkvøldið kann spurningur setast við um Loungin er rætti karmurin um kappingina. Hølið er snøgt sagt ov lítið til at húsa kappingini í verandi líki, og tí áttu fyrireikararnir umhugsa flutt kappingina í onnur høli.
Frálíka uppmøtingini leygardagin ber eisini boð um, at kappingin er komin fyri at vera, og fyrireikararnir mugu tí gera upp við seg sjálvar um teir ynskja, at kappingin framhaldandi skal vera ein hugnaliga barr-kapping ella um hon skal gerast meira proffesionel, so hon í framtíðini kemur í fastari legu.


.