Favorittarnir sigraðu á Oscar veitsluni

Hellen Mirren og Forrest Whitaker vunnu eins og spátt var frammanundan Oscar heiðurslønirnar til bestu leikarar. The Departed vann heiðurslønina sum besti filmur og leikstjórin Martin Scorsese varð kosin besti leikstjóri.

Oscar veitslan er uttan samanbering størsta kvøldið innan filmsídnaðin. Hóast heiðurslønin í stóran mun vendur eyguni ímóti Hollywood, so er hetta kvøldið har allur heimurin vendur eyguni ímóti Kodak Theatre. Fyri tey, ið eru tilnevnd er hetta kvøldið har tey kunnu gerast ódeyðilig.

Favorittsigrar
Nógv hevur verið spátt um, hvør fór at fáa hvørja heiðursløn. Serliga í heiðurslønunum til bestu leikarar í høvuðsleiklutum vóru fólk á einum máli um, at Hellen Mirren og Forrest Whitaker fóru at vinna fyri sínar leiklutir í The Queen og í The Last King Of Scotland. Tveir sterkir leiklutir, har Mirren meistarliga fyllur leiklutin sum drotning Elisabeth og Forrest Whitaker er bølmenni úr Uganda, Idi Amin. Tá avtornaði vóru tað eisini hesi bæði, ið fingu Oscar heiðurslønirnar við sær heim.

Al Gore vann
Ein av mest umrøddu Oscarheiðurlønunum hevur seinnu árini verður heiðurslønin fyri besta dokumentarfilm. Serliga eftir, at Michael Moore við sínum sera politisku filmum hevur vunnið hesa heiðursløn, er fokus sett á hana. Aftur í ár var eitt stórt navn millum tey tilnevndu. Fyrrverandi forsetavalevnið og varaforsetin, Al Gore og hansara filmur um veðurlagsbroytingar, The Inconvenient Thruth gjørdist eisini vinnarin av Oscar heiðurslønini. Nógv hevur verið tosað um, hvørjar avleiðingarnar av einum sigri til Gore fór at verða. Onkur gitti, at um hann vann fór hann í taluni at kunngera, at hann tekur kappingina upp við Hillary Clinton og Obama Hussein Barrack um at gerast forsetavalevni hjá demokratunum. Men hetta hendi ikki, ístaðin vísti Gore á, at neyðugt var, at øll lond tóku umhvørvistrupulleikarnar í álvara.

Endiliga Scorsese
Ein av best umtóktu handanum mundi vera, tá Martin Scorsese fekk Oscarin fyri leikstjórnina av filminum The Departed. Hóast Scorsese sjey ferðir síðan 1980 hevur verið tilnevndur, hevur hann ongantíð vunnið hendan heiður. Men The Derparted megnaði tað, sum Raging Bull, The Last Temptation Of Christ, Goodfellas(leikstjórnan og leikrit), The Age Of Innocence, Gangs Of New York og The Aviator ikki megnaðu. Scorsese var sera glaður og takkaði ikki færri enn 12 ferðir fyri heiðurin.

Væluppløgd Ellen
Ellen DeGeneres var vertur fyri Oscar heiðurslønirnar og hetta kom hon sera væl frá. Hennara monologur í byrjanini, man vera ein tann besti, ið er sæddur í eini Oscar handan. Hon var stutt sagt sera stuttlig. Fyri Ellen var hetta ein barndómsdreymur. Hon greiddi frá, at meðan nógv børn fantasera um eni Oscar hevði hon fantasera um at verða vertur. Moralin í hesum helt hon vera, at børn um allan heimin átti, at seta sær lægri mál.