2. páskadag fara fótbóltskvinnurnar á Argjum norður til Klaksvíkar. Í fjør stríddust hesi bæði liðini um FM og sigur í steypakappingini.
Hesi bæði liðini hava verið roknað sum favorittar í 2010, og tá ið fyrsta umfar í landskappingini var á skránni í gjár, løgdu bæði liðini bragdliga fyri. Tí kann eftir fyrsta umfar staðfestast, at talan verður um toppdyst í Klaksvík mánadagin.
AB hevði í gjár vitjan av EB/Streymi, sum varð sent norður aftur í Sundalagið við 7-0 tapi. Eftir 1. hálvleik var 1-0.
Málskjúttarnir hjá AB: Olga Kristina Hansen (3), Lisa í Liða (2), Halltóra Joensen (1) og Elsa Jacobsen (1).
Sambært skránni skuldi KÍ havt vitjan av nýuppflutta MB. Nógvur kavi lá í gjár á vøllinum í Klaksvík, og tí varð dysturin spældur í Miðvági.
Úrslitið sigur, at tað ikki órógvaði føroyameistararnar, at teir spældu á útivølli. KÍ vann 14-0 (3-0)!
Málskúttarnir hjá KÍ: Rannvá B. Andreasen (4), Sigrid Jacobsen (4), Sofía Purkhús (3), Malena Josephsen (2) og Ragna B. Patawary (br.).
Í triðja dystinum var tað merkisvert, at Skála á útivølli basti Víkingi 3-2. Eftir 1. hálvleik var 2-1 til Víking. Skála skoraði sigursmálið í evstu løtu.
Málskjúttar hjá Víkingi vóru Bjørg og Margun Jacobsen. Málskjúttar hjá Skála vóru