Samgongan hevur sett sær fyri at geva fólki við lág- og miðalinntøkum, ein skattalætta næsta ár.
Landsstýriskvinnan í fíggjarmálum hevur eisini lagt uppskot fyri Løgtingið um at lækka skattin hjá lág- og miðalinntøkum.
Men ein nýggj uppgerð frá Fíggjarmálaráðnum sjálvum, vísir nú, at tey, sum hava tær allarlægstu lønirnar, fáa ongan skattalætta.
Uppgerðin vísir, at tey, sum hava eina inntøku undir 80.000 krónur um árið, fáa ongan skattalætta, tí umframt at skatturin lækkar, skulu tey rinda meiri í Samhaldsfasta, meiri í Heilsutrygd og meiri í Barsilsskipanina.
Tvørtur ímóti skulu tey rinda meiri í skatti, tá ið alt er tikið við. Talan er sostatt um stívliga 7.000 av føroyingum við teimum allarlægstu lønunum, fáa ongan skattalætta, men eina skattahækking.
Skattahækkingin liggur ímillum stívliga hálvttriðjahundrað krónur um árið, upp í 476 krónur um árið. Tað er roknað út eftir einum kommunuskattaprosentið upp á 20 prosent.
Útrokningarnar hjá Fìggjarmálaráðnum vísa, at inntøkan skal vera yvir 80.000 krónur um árið, áðrenn talan verður um ein skattalætta, tá ið alt er tikið við. Tá er skattalættin 178 krónur um árið.
Síðani hækkar skattalættin so líðandi, og tey, sum fáa tann størsta skattlættan, eru tey við eini inntøku slakar 200.000 krónum um árið, upp í eina inntøku upp á góðar 300.000 krónur um árið, og tey, sum hava eina inntøku yvir 450.000 krónur um árið, skulu eisini rinda meiri í skatti.
Orsøkin til, at tey lægstløntu fáa eina skattahækking, heldur enn ein skattalætta, er, at tey tey rinda lítlan og ongan landsskatt. Ætlanin var eisini at hækka botnfrádráttin í kommunuskattinum, fyri at fáa øll við, men tað noktaðu borgarstjórarnir á Løgtingi, fyri.
Týst á skjalið ”YVIRLIT YVIR SKATTALÆTTAN 2016” allar niðast, og les, hvussu skattalættin ávirkar teg. Tað kann verða neyðugt at draga myndina til tín, fyri at gera tølini størri.