Farvæl og takk, Manchester United

Enska stórfelagið, Manchester United, mátti í kvøld takka farvæl til Champions League kappingina

Seinasta umfar í Champions League bólkaspælinum fór í kvøld av bakkastokki.

 

Undan umfarinum var serliga stórur spenningur í bólki B, har Wolfsburg, Manchester United og PSV øll høvdu møguleika fyri at spæla seg beinleiðis víðari í kappingini.

 

Og felagið sum endaði við svartaperi, var enska stórfelagið, Manchester United, sum tapti útidystin móti Wolfsburg 3-2, samstundis sum PSV vann sín heimadyst móti CSKA Moskva 2-1.

 

Dysturin millum Wolfsburg og Manchester United var undirhaldandi og bylgjaði aftur og fram frá fyrsta til seinasta bríksl. Manchester United legði seg fyrst á odda eftir 10 minuttum, men lítla løtu aftaná javnaði Wolfsburg til 1-1. Tá gott og væl 25 minuttir vóru leiktir, legði Wolfsburg seg á odda 2-1, eftir eitt frálíka væl spælt mál av týska felagnum.

Manchester United royndi í seinna hálvleiki at trýsta av øllum alvi, og tá 82 minuttir sá tað út til at bragda, tá teir javnaðu til 2-2 eftir hornaspark. Men bara lítla løtu aftaná økti Wolfsburg enn einaferð til 3-2, sum eisini varð endaliga úrslitið.

 

Av øðrum dystum kann millum annað eisini nevnast, at Real Madrid á heimavølli vann 8-0 móti svenska Malmø FF, og at Manchester City á heimavølli vann 4-2 móti Borussia Monchengladbach.

 

 

 

Úrslitini í kvøld:

 

Bólkur A:

Paris Saint Germain – Shaktar Donetsk 2-0

Real Madrid – Malmø 8-0

(Real Madrid og Paris Saint Germain víðari úr bólkinum)

 

Bólkur B:

Wolfsburg – Manchester United 3-2

PSV Eindhoven – CSKA Moskva 2-1

(Wolfsburg og PSV Eindhoven víðari úr bólkinum)

 

Bólkur C:

Benfica – Atletico Madrid 1-2

Galatasaray – FC Astana 1-1

(Atletico Madrid og Benfica víðari úr bólkinum)

 

Bólkur D:

Manchester City – Borussia Monchengladbach 4-2

Sevilla – Juventus 1-0

(Manchester City og Juventus víðari úr bólkinum)