Ein tungan og illfýsnan november dag, komu sorgarboðini um at Zacharis ikki var millum okkum longur, hann var farin um deyðans portur.
Ein rødd er tagnað. Tá man fær boð, at ein vinur er farin, steðgar alt upp eina løtu, og tankar koma til ein, ið ein ikki hugsar so nógv um í tí dagliga, hesaferð tankar um ein góðan vin, ið man ongantíð skal síggja aftur her á fold.
Ja, lívið er undarligt, og deyðin hevur sína orsøk, men at tað skuldi verða seinastu ferð eg sá teg, bert 3 tímar áðrenn tú valdi at fara hiðani, varnaðist meg ikki. Men vit fingu sagt pent farvæl báðir, og tað eri eg takksamur fyri.
Tú var ein ókúgaður optimist, sum valdi at ganga plankan út – og tað gjørdi tú!! – tí einki er ógjørligt fyri tann, ið ber vónina í hjartanum – ein sjáldsom typa
At so lívið ikki altíð lagar seg, sum ein ynskir, er nakað annað. Nógvir snávingarsteinar eru á leiðini, og mangan er tað tungt at reisa seg aftur. Komi at hugsa við takksemi á tann møguleika eg fekk, at koma at kenna teg, og hevur tú ríkað manga kvinnu og mann her á fold. Tín verumáti var nakað heilt serligt, tú var ein orginalur – bert ein av slagnum, takk skal tú hava fyri tað. Har tú var, var tú mittpunkt – ikki tí, tú altíð vildi tað soleiðis - men soleiðis var tað nú bara einaferð Zacharis.
Og gávumildur var tú sum fáur, aldrin lá tín partur eftir – nei tú, tað var heldur øvugt, men soleiðis var tú bara. Kom man inn á gólv hjá tær, var tú altíð blíður, hjartagóður og fyrikomandi. Tú var ongantíð tómhentur, og átti altíð okkurt gott undir góman, ja har tú var, var sál undir lon – um tað so var í einum neysti ella undir stórari lon.
At tú var av dugnaligastu skiparum, prógvar søgan eisini. Eg minnist eitt brot úr ÚF, har sagt var frá rokfiskiskapi hjá Fame. Ja, tað er nokk ikki langt frá, at tað var tín fyrsti túrur sum skipari. Tit vóru á rækjuveiðu við Svalbard, saman við nógvum øðrum skipum. Ísur kom á tykkum, og allur flotin rýmdi suður eftir, undan ísi. Men ikki Fame. Tit valdu at fara norður eftir – ja heilt norður á 81 – og var tað óhoyrt. Tit fyltu skipið, við stórum og góðum rækjum eftir fáum døgum, og settu rekord sølu, og ein nýggj søga varð skrivað, visti Útvarpið at siga frá.
At tú ikki var so birgur longur, var eingin loyna. Sálin var troytt og likamið viknað, og ynskti mest av øllum at fáa frið. Men sjálvt um tú var viknaður, og sálin troytt, so var ondin frísk. Tú var sera áhugaður at tosa við og visti altíð okkurt, ið vert var at hugsa um. Men ongantíð hoyrdi eg teg siga ljótt upp á ryggin á nøkrum menniskja. At tú so kundi verða eitt sindur bondskur face to face var nakað annað
Og skaldagávur hevði tú eisini, og mangan var tað hugaligt at lesa tað tú skrivaði, og mong góð yrking er skrivað úr tínari hond. At lesa tínar yrkingar vekjur kenslur, og fari eg at endurgeva eina av tínum mongu kærleiksyrkingum.
Bringa mín.
Bringa mín knýtist av tokka til tín
eins og flísar av viði støkka
eg síggi ímillum gløs og vín
hvussu kann eg tínum hjarta røkka.
Tí mín kensla er ei mítt vit
og mítt lív tað er mítt forum
og tað er uttan lit.
Ein hiti av kulda
eitt orð uttan ljóð
svarið tað dulda
sálin var móð
Eg leggi nú frá mær
lutin til leika
kenni meg sjálvan
fari út at reika.
Tí mín kensla er ei mítt vit
og mítt lív tað er mítt forum
og tað er uttan lit.
ZD
Hendan yrking var ognað unnustu tíni Elisabeth.
Tann stóri skari, ið fylgdi tær til hvíldar, bloytur og fjálgar mangt hjarta, men í slíkum støðum eru orð fátøk og hjálparleys, men ein stór gleði í sorgini, var at síggja tann stóra mannaskara, ið ynskti at siga tær so vakurt farvæl, Zacharis Dam.
Eg fari hervið at lýsa frið yvir minni um Zacharis Dam – ein trúgvur og góður vinur er farin, og harrin fylgir tær víðari á tíni leið.
------
Sakaris