Fartelefon skal tryggja bankaflytingar

Sum liður í einum framhaldandi arbeiði at tryggja netbankan so væl sum yvirhøvur gjørligt, verður nýggj mannagongd verksett í øllum føroyskum netbankum tann 22. januar 2013. Tá tú framyvir flytur pening yvir eina ávísa upphædd í netbankanum, skal henda eisini góðkennast umvegis fartelefonina. Henda ávísa upphædd verður ásett av peningastovnunum.

Størsta broytingin er, at privatkundar, sum gera flytingar yvir eina ávísa upphædd í netbankanum, skulu hava fartelefonina hjá sær, tá flytingin verður framd. Tískil er neyðugt, at fartelefonnummarið er skrásett í netbankanum. Er nummarið ikki skrásett, ber ikki til at fremja flytingina.
Ein vegleiðing kemur í netbankan um, hvussu tú skrásetur fartelefonnummarið. Um tørvur er á tí, veita peningastovnarnir fegnir hjálp við at skráseta títt fartelefonnummar í netbankanum.
Tá ein ella fleiri flytingar yvir eina ávísa upphædd verða gjørdar í netbankanum, fært tú eini sms-boð við einnýtiskotu á ta fartelefonina, sum er skrásett í netbankanum. Í boðunum stendur, at ein flyting er við at verða framd í tínum netbanka, og tú verður biðin um at inntøppa einnýtiskotuna í netbankan fyri at góðkenna og fremja flytingina. Flytingar til lond uttan fyri danska kongaríkið skulu eisini váttast við einnýtiskotu; í hesum føri uttan mun til upphædd.
Nýggja mannagongdin er bert galdandi fyri flytingar, sum verða framdar í netbankanum, tó ikki millum egnar kontur, og hevur onga ávirkan á eitt nú gjaldskort og netbankan sum app.
Broytingin í mannagongdini er ikki galdandi fyri netbankan hjá fyritøkum.
– Hetta er ein liður í einum framhaldandi arbeiði at tryggja netbankan so væl sum yvirhøvur gjørligt. Til vit í Føroyum fáa eina skipan við digitalum signaturi, er hetta loysnin, sum vit hava valt at brúka, sigur Súni Schwartz Jacobsen, formaður í Felagnum Peningastovnar.
– Nýggja mannagongdin er ein liður í støðugt at fyribyrgja, at teldusníkar kunnu sleppa framat netbankunum hjá føroysku bankakundunum, leggur Súni Schwartz Jacobsen afturat.