Fartelefon órógvar íslendska ferðslu

At fólk tosa í fartelefon, tá tey koyra, órógvar ferðsluna nógv, heldur meirilutin av íslendskum bilførarum.

Brúk av fartelefon, meðan koyrt verður, hóttir ferðslutrygdina, vísir íslendsk kanning (Mynd: Polfoto)

Tilsamans 62 prosent av bilførarunum í Íslandi halda, at tað órógvar ferðsluna nógv, at fólk tosa í fartelefon, tá tey koyra. - Tað bæði órógvar og stressar fólk, halda flestu bilførarar.

Tað vísir ein meiningakanning, ið íslendska ferðsluráðið hevur latið gjørt, har kannast skuldi, hvat bilførarar og onnur í ferðsluni halda um ymisk viðurskifti, ið hava við ferðslutrygdina at gera.

Tá bilførarar verða spurdir, hvat hevur órógvað teir mest i ferðsluni síðstu seks mánaðirnar, er svarið, at fólk brúka fartelefon, tá tey koyra.

Samstundis sigur meira enn ein triðingur av teimum spurdu, at tey bæði senda sms-boð og eru á netinum við fartelefonini, meðan tey koyra, so trupulleikin tykist veruligur.

Eisini viðganga 98 prosent av teimum spurdu, at tey orsakað av fartelefonbrúki hava elv til vanda í ferðsluni, og tey ásanna, at tað er vandamikið at brúka fartelefonina, meðan tey koyra.