Farstøðin á flogvøllinum fær av at vita

Nú nýggja farstøðin á flogvøllinum í Vágum hevur verið opin í tríggjar vikur, hava nógv gjørt sær eina meining um hana – og skulu vit trúgva teimum, ið lata frætta frá sær á Facebook, er ilt at finna nakran nøgdan.

Nú nýggja farstøðin á flogvøllinum í Vágum hevur verið opin í tríggjar vikur, hava nógv gjørt sær eina meining um hana – og skulu vit trúgva teimum, ið lata frætta frá sær á Facebook, er ilt at finna nakran nøgdan.

 

Tað skrivar Sosialurin. Blaðið vísir á, at serliga ilskast mong inná, at hóast tað í Føroyum er siður, at fólk fylgja sínum avstað og eisini koma á flogvøllin eftir teimum, er hædd slett ikki tikin fyri hesum í fyrireikingini av floghavnini. Í kafeteria, ið var høvuðsrúmið í gomlu farstøðini, er í nýggju farstøðini sera lítið pláss, og har eru nøkur fá borð og einir 25-30 stólar.

 

– Tað ber ikki til at gloyma øll tey, sum bara koma eftir fólki ella við fólki, tí tey leggja eisini pengar eftir seg á flogvøllinum. Nú ræður tað bara um at fáa øll inn í tollfría handilin, hóast vit heldur vilja sleppa at njóta ein kaffimunn saman við teimum, ið eru við okkum, heldur enn at fara inn at keypa tollfrítt. Og har inni fer forrestin heldur ikki so øgiligt pláss at seta seg niður, sigur ein, ið júst hevur ferðast um flogvøllin.

 

– Vit føroyingar keypa heldur ikki tað stóra av tollfríum við okkum, tá vit fara av landinum, so hatta fer ikki at rigga. Skulu vit hava bíligt vín, fáa vit altíð okkurt bíligari, tá vit eru komin vegin fram, heldur enn at keypa tað við okkum úr Føroyum. Eg skilji ikki, at øll farstøðin er bygd rundan um alt tað tollfría handilsvirksemið, tá tað slett ikki er tað, vit hava mest tørv á, tá vit koma á flogvøllin.

 

Onkur annar spyr eisini, hvussu skilið fer at vera, tá trýstið á farstøðina av álvara fer at merkjast, um mjørki darvar flúgvingin og trý flogfør við 140 ferðafólkum skulu lenda innan fyri ein tíma, tí »tað er terminalurin slett ikki bygdur til«, sum sagt verður.