FaroExpo og mentanarvika geva stórt innlit

Magnus Rasmussen, borgarsjtóri í Runavíkar kommunu, fer á fjórða sinni at bjóða vælkomin á almennu ráðstevnuni, sum verður í Løkshøll seinnapartin í morgin. Heitið á ráðstevnuni er Føroyar í oljuvinnu.

Ráðstevnan byggir í fyrsta lagi á fyrilestrar, men uppundir endan av ráðstevnuni verður skipað fyri kjaki, har Uni Arge verður fundarstjóri.

- Eg haldi, at FaroExpo og mentanarvikan, sum er í økinum hesa vikuna, hevur stóran týdning fyri Runavíkar kommunu, men eisini fyri Føroyar í síni heild. Tað eru fleiri, sum vilja hitta okkum í kommununi, og tí eri eg her í Ítróttarhøllini allan dagin.

Hann sigur, at í summum førum eru eisini fólk frá umsitingini við á teimum fundum, sum vit eru á við aðrar kommunur og fyritøkur, sum eru við á FaroExpo.

Magnus Rasmussen vísir á, at Runavíkar kommuna hevur eisini vinarbýir, og onkrir av hesum eru við á FaroExpo.

- Vit fara út at eta saman við hesum fólkum, og vit fara eisini ein túr at hyggja eftir ymisku mentanartiltøkunum, sum eru í økinum.

Borgarstjórin sigur, at bæði FaroExpo og mentanarvikan eisini eru gevandi fyri hann persónliga - ikki minst, tí hann bæði hevur - sum borgarstjóri - vinnuligan áhuga og - sum borgari - mentanarligan áhuga.

- Her er nógv spennandi og áhugavert at síggja og hoyra á mentanarvikuni, og her fært tú bæði eitt persónligt innlit, eins og tú fært eitt gott og gevandi innlit í vinnuna sum borgarstjóri, sigur hann.

Magnus Rasmussen fegnast annars um, at FaroExpo, sum í 2005 byrjaði við 30 fyritøkum, nú er vaksin til stívliga 70 fyritøkur, sum eru við á stevnuni hesaferð.