Faroe Travel og Alpha Travel samstarva

– Faroe Travel hevur gjørt nakrar bygnaðarbroytingar og tikið upp samstarv við Alpha Travel, sum er professionel føroysk ferðaskrivstova við 14 vælútbúnum og royndum starvsfólkum.

 

Hesum boðar ferðaskrivstovan frá í dag.

 

–
 Alpha Travel átekur sær at veita somu góðu tænastu, sum nógv kenna frá Faroe Travel. Hetta merkir, at omanfyri nevndu bygnaðarbroytingar ikki nýtast at hava nakra ávirkan fyri viðskiftafólkini.
Seinni í heyst heldur so Alpha Travel fram við tænastuvirkseminum hjá Faroe Travel, verður sagt í tíðindaskrivinum.

 

Dánjal Poulsen, stjóri á Faroe Travel, sigur, at útskrivaðir og bílagdir ferðaseðlar verða ikki á nakran hátt ávirkaðir av hesi broyting. Tilber eisini at gera broytingar í verandi ferðaseðlum.

 

Bílagdar frítíðarferðir við fráferð komandi sjey mánaðirnar, t. d. til jólar í ár, verða eisini avgreiddar uttan nakra broyting, sigur hann.