Farmaskipið m/s Sirius hjá Faroe Ship, sum hevur ligið við bryggju á Skála í nakrar mánaðir, er nú selt einum felag í Hollandi.
Sirius varð bygdur í Noregi í 1972. Skipið er 60 m langt og hevur ein lastakapasitet upp á umleið 1680 rúmmetrar.
Skipið hevur siglt við fóðri og øðrum farmi í Føroyum og í Norðurevropa.
Áðrenn skipið fer í vinnu aftur, skal tað klassast og umvælast í Hollandi. Síðani fer Sirius í farmasigling millum Holland og Vesturafrika.
Skipsmeklaravirkið MARETEC á Argjum skipaði fyri søluni.