Faroe Petroleum boðar í morgun frá, at felagið nú er farið undir at bora á Maria leitimiðinum í Norska Havinum. Maria leitimiðið er á Halten Terrace økinum og liggur nær við Smørbukk Sør, Trestakk oljukeldurnar og Tyrihans gasskeldurnar. Loyvið PL475BS varð lutað í sambandi við APA umfarið í 2008 við einari tvey ára arbeiðskrá og einari skyldu at bora ein brunn.
Faroe Petroleum Norge AS er størsti loyvishavari við 30 prosentum. Hini feløgini á loyvinum eru Wintershall (25% og fyristøðufelag), Concedo (10%), Spring Energy (15%), og Centrica Resources (20%).
Ein brunnur varð boraður nær við Maria leitimiðið í 1988, har kolvetni vórðu funnin. Tað eru tvey leitimið á Mariu. Brunnurin verður boraður á tí syðra leitimiðinum.
Tað er Songa Delta boripallurin, sum borar, og væntandi fer tað at taka 53 dagar at koma niður á ásetta málið. Eldborg, sum føroyska reiðaríið Supply Service eigur, er veitaraskip hjá Delta Songa, meðan borað verður.
Teir næstu tríggir leitibrunnarnir hjá Faroe Petroleum í 2010 verða boraðir á Atlantsmótinum. Hesir eru Anne Marie á føroyskum øki, har ENI er fyristøðufelag; og North Uist/Cardhu og Lagavulin á bretskum øki, har ávikavist BP og Chevron eru fyristøðufeløg.