7. mai í fjør rann klaksvíksingurin Jonhard Larsen teir 77 kilometrarnar frá Sambýlinum á Heygum í Klaksvík til Vaglið í Havn, og í dag hevur hann runnið heim aftur úr Havn til Klaksvíkar.
Mamma Jonhard hevur Alzheimers, og tað var fyri at varpa ljós á og savna pening inn til Alzheimer-felagið í Føroyum, at hann valdi at gera drúgva túrin.
Tað er givið, at setur tú tær fyri at renna ein slíkan túr á 77 kilometrar á øðrum sinni, so ert tú ikki óroyndur rennari. Jonhard Larsen hevur mangan runnið long og tung strekki, og nú seinastu tíðina fyrireikað seg til langa túrin.
-Eg renni nógv, og síðstu tíðina hevur tað ligið um 50 kilometrar um vikuna. Eg havi tó lagt fleiri kilometrar afturat í seinastuni, tí eg hevði ein langan tein fyri framman. Túrarnir hava verið róligir, og ikki við tí endamáli at renna skjótt. Eg vil venja kroppin við ein túr á góðar nýggju tímar. Eg havi droymt um at endurtaka væleydnaða tiltakið, og eg vónað at stuðulin verður góður, tí hvør króna telu
- Alzheimer hevur fylt nógv í lívi okkara, tí ikki bert hevur mamma sjúkuna, men omma, langomma og ommusystrar hava verið raktar av herviligu sjúkuni, sigur rennarin.
-Eftir hendan túrin fari eg ikki at renna meir á hendan hátt, men eg geri møguliga okkurt annað fyri at savna pening inn til felagið, tí tað hevur eitt stórt pláss í hjarta mínum, sum tekur útgangsstøði í mammu míni, sum fekk staðfest alzheimers fyri tíggju árum síðani, sigur Jonhard Larsen.









