Hvat bilmerki koyrir tú?
- Honda.
Kvinnan, sum koyrir Honda-bil, er borgarstjórin í Porkeris kommunu, Ása Holm.
Koyrir tú diesel-, bensin-ella el-bil?
- Hybrid.
Kann tað hugsast, at tín næsti bilur verður ein el-bilur?
- Tað havi eg ikki gjørt mær nakrar tankar um enn. Bilurin, sum eg havi nú, er bara tvey ár.
Hvørjar tankar hevur tú um el-bilar?
- Nú eri eg ofta í Noregi í ferium, og sum er kann ein ikki fara umborð í norskar ferjur við el-bili, har eg skal ferðast.
Ása Holm sigur, at tá tað verður loyvt at fara umborð í ferjurnar við el-bili, har hon ferðast í Noregi, fer hon ivaleyst at umhugsa, um næsti bilur verður ein el-bilur.
Í VikuskiftisSosialinum seinast var serblað um bilar, og her settu vit borgarstjórum nakrar spurningar um bilar.