Nú verður langt um leingi farið arbeiðið at gera nógv umrødda vegin ígjøgnum Leirvík í sambandi við Norðoyatunnilin
Tað staðfesti Annika Olsen, landsstýriskvinna í innlendismálum í Løgtinginum mikudagin, tá ið Tórbjørn Jacobsen, løgtingsmaður fregnaðist eftir, hvusu gongur við ætlanini at gera vegin.
Annika Olsen sigur, at projekteringin hevur verið liðugt leingi, men síðani eru ymsar tillagingar gjørdar fyri at lúka nýggjastu krøvini til slíkar vegir.
Endaliga projektið verður liðugt um tvær vikur og í næsta mánaði verður arbeiðið boðið út.
Gongur alt eftir ætlan, kann sostatt farast undir sjálvt arbeiðið mitt í summar um mánaðarskiftið juni-juli.
Løgtingið hevur samtykt at seta 40 milliónir av til endamálið, men ført hevur verið fram, at møguliga fer prísurin upp á 50-55 milliónir.
Men Annika Olsen sigur, at nú er kostnaðarstøðið fallið nakað aftur, so tað er ikki vist, at meirkostnaðurin verður so stórur, sum áður mett.
Hon sigur, at tað verður ikki fyrrenn tilboðini eru komin inn, at full greiða fæst á, hvat vegurin fer at kosta og so má støða takast til tað, tvs, um tillagingar skulu gerast í projektinum og hvussu nógv skal játtast til endamálið.
Tórbjørn Jacobsen helt, at tað verður neyðugt hjá Løgtinginum at játta neyðuga peningin og tað væntar hann ikki fer at verða tórført.
Eftir nógv togarí aftur og fram, endaði tað við, at nýggi vegurin skal gerast niðri í bygdina í Leirvík.