Mánadagin eydnaðist tað loksins Lønardeildini hjá Fíggjarmálaráðnum at fáa eina semju í lag við Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, men longu í næstu viku byrja nýggjar samráðingar, tá eitt av hinum stóru fakfeløgunum á almenna arbeiðsmarknaðinum, Føroya Pedagogfelag, sessast við samráðingarborðið.
- Vit hava avtalað at møtast týsdagin í næstu viku, og tá verður Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, við til samráðingarnar, upplýsir Jógvan Philbrow, formaður í Føroya Pedagogfelag.
Tað hevur verið siðvenja síðstu árini, at Fíggjarmálaráðið brúkar sama leist, ið verður brúkt til fyrstu semjuna á almenna arbeiðsmarknaðinum, til restina av samráðingunum. Starvsmannafelagið var fyrsta fakfelagið á almenna arbeiðsmarknaðinum, ið bleiv ásamt við Fíggjarmálaráðið um eina semju í ár, men Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar sýtti fyri at brúka sama leist til teirra samráðingar.
Tað innibar, at tá Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar skrivaði undir semjuna mánadagin, slóðaði felagið fyri, at restin av fakfeløgunum á almenna arbeiðsmarknaðinum kunna samráðast út frá egnum fortreytum. Tað fegnast Jógvan Philbrow um.
- Semjan hjá teimum gevur eina ábending um, at man ynskir at samráðast út frá teimum fortreytum, ið tey ymisku fakfeløgini hava, sigur Jógvan Philbrow, ið tó ikki ynskir at upplýsa, hvørji krøv felagið hevur við til samráðingarnar.