Nú verður farið undir arbeiðið at gera nýggja svimjihøll í Havn. Talan er um eina framkomna svimjihøll við 50 metra langhyli, sum er góðkendur til altjóða kappingar. har verða alskyns hentleikar, bæði til tey, sum svimja kapp, tey, sum svimja til stuttleika og fyri at røra seg og so verða eisini alskynd vælveru-hentleikar, bæði heitir, sauna, og annað.
Í gjár vórðu tilboðini upp á arbeiðið latið upp. Tríggjar fyritøkur høvdu bjóðað seg fram og tá ið brævbjálvarnir við tilboðunum vórðu latin upp seinnapartin í gjár, varð tað greitt, at J. & K. Petersen høvru lægsta tilboðið. Tað var upp á slakar 147,3 milliónir krónur. Men tað var ikki so stórur munur á, tí Articon kundi gera arbeiðið fyri 148,7 milliónir, ella 1,4 milliónir meiri. Búsetur kundi gera arbeiðið fyri 159,9 milliónir.
Eftir ætlan skal arbeiðið byrja beinan vegin, og tað skal verða liðugt á jólum um tvey ár.
Tann eina myndin vísir, hvussu nýggja svimjihøllin tekur seg út í Gundadali har verandi svimjihøll er bygningurin høgrumegin. Hinar báðar myndirnar eru frá vælverupartinum í svimjihøllini.