Nú fara vit at viðgera støðuna fyri at vita, hvussu vit nú skulu fara fram. Tað sigur Óluva í Gong, forkvinna í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar. Fyri eini løtu síðani varð tað greitt, at eisini semingsroyndin í dag er miseydnað, og at verkfallið sostatt heldur fram.
Óliva í Gong sigur nú klokkan 15.20 at hon er akkurát komin aftur frá semingsstovninum, og at nevndin í felagnum nú fer at viðgera støðuna. Í hesum sambandi skulu tey taka støðu til, um verkfallið verður hert, ella hvussu farast skal fram annars.
Undantøkini, tey høvdu givið, gingu út klokkan 15 í dag, men tey eru longd í eitt samdøgur, til klokkan 15 í morgin.
Óluva í Gong sigur, at í gjár fingu tey nøkur tøl frá semingsmonnunum at hugsa um, men hon sigur, at hjá sjúkrarøktarfrøðingunum var ikki grundarlag at halda fram at samráðast út frá tí.
Les eisini: Verkfallið: Eisini hendan royndin miseydnaðist
Samstundis hevur Fíggjarmálaráðið gjørt glasklárt, at tey hava góðtikið semingsuppskotið, sum varð lagt fram, og at tað er so langt, sum tey yvirhøvur kunnu geva seg.
Verkfallið hjá sjúkrarøktarfrøðingunum hevur nú vart í 17 dagar. Seinast tey vóru í verkfallið, var í 2017 og tá vardi verkfallið í 17 dagar.