Fara nú at áseta kvotu

Jacob Vestergaard ætlar sær seinni í hesum mánaðinum at áseta, hvussu stór føroyska makrelkvotan verður í hesum árinum

Føroyar er einasta landið í sonevnda strandalandasamstarvinum um makrel, sum enn ikki hevur ásett, hvussu stór kvotan skal vera í hesum árinum.
Fyrsta landið, sum tók seg úr samráðingunum, tá tað vísti seg, at ov lítið fór at koma burtur úr, var Ísland, sum ásetti sær 17% av eini heildarkvotu á 646.000 tons, ið er tilráðingin hjá ICES.
Stutt eftir ásettu ES og Noreg sær heili 90% av heildarkvotuni.
Føroyar, sum heldur ikki kundu semjast við ES og Noreg í samráðingunum um avtaluna fyri 2010, tillutaðu sær 15% av heildarkvotuni í fjør.
Í løtuni er tað bara Føroyar, sum ikki hevur ásett sær sína makrelkvotu fyri 2011.
- Men tað verður gjørt heilt skjótt – og helst seinni í hesum mánaðinum, sigur landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard.
Spurdur, um tað kanska er taktikkur frá føroyskari síðu, at ásetingin bíðar til eftir samráðingarnar um sínámillum fiskiveiðiavtalu við Noreg, sigur landsstýrismaðurin, at tað er tað ikki.
- Vit hava sum so ikki nakað serligt at skunda okkum til, tí mett verður, at besta tíðin til makrel í føroyskum sjógvi er ikki fyrr enn nakað er liðið av árinum.
Jacob Vestergaard sigur, at Fiskimálaráðið í kunngerð fer at áseta, hvussu stór kvotan verður í 2011, og hvussu kvotan skal lutast millum skipabólkar.

Støðan mýkjast
Landsstýrismaðurin er sannførdur um, at støðan, sum hevur tikið seg upp í strandalandasamstarvinum, má mýkjast, soleiðis at londini skjótast gjørligt kunnu finna semju um, hvussu býtið skal verða frameftir.
- Tað kann ongantíð vera rætt, at umsitingin av hesum tilfeingi bara hongur í leysum lofti. Tí er umráðandi, at støðan landanna millum verður mýkt.
Jacob Vestergaard vísir á, at kvoturnar, sum ES, Noreg og Ísland hava tillutað sær, eru omanfyri TAC’ið, ið ICES mælir til, og tað er sjálvandi hvørki skilagott ella haldbart í longdini.