Fara nú at byggja ítróttarhøll á Sandoynni

Fyrireikandi arbeiðið í sambandi við bygging av ítróttahøll í Sandoynni er nú komið so væl áleiðis, at farið verður undir sjálvt byggiarbeiðið.

Í síðstu viku tók ivi seg upp, um verkætlanin skal bjóðast út í tveimum, soleiðis at jørðarbeiðið fyrst verður bjóðað út. Landsstýriskvinnan í mentamálum, Helena Dam á Neystabø, gjørdi tí av at kalla bygginevndina saman fríggjadagin 17. september 2010 at viðgera málið.

Mentamálaráðið sigur í tíðindaskrivi í morgun, at ein samd bygginevnd mælti landsstýriskvinnuni til at halda fast við løgdu tilgongdina, har verkætlanin verður boðin út í tveimum. Í gjár gjørdi landsstýriskvinnan av at fylgja tilmælinum, og útboðstilfarið varð sent teimum, sum hava bjóðað seg fram at gera jørðarbeiðið. Ástaðarfundur er ásettur at verða nú hósdagin 23. september 2010. Tilboðini uppá hetta arbeiðið verða latin upp hósdagin 30. september. Væntandi verður byrjað upp á útgravingararbeiðið fyrst í komandi mánaði. Jørðarbeiðið skal vera liðugt fyri jól.

Útboðstilfarið í sambandi við byggingina av sjálvari høllini verður sent út medio november, og tilboðini verða latin upp fyrst í desember 2010, soleiðis at sáttmáli við arbeiðstakarnar kann vera klárur at undirskriva við ársskiftið 2010/2011.

Sjálvt byggiarbeiðið kann so byrja í januar 2011.

Øll verkætlanin heldur seg innan teir karmar, sum løgtingið hevur ásett við serligari lóg. Samlaði fíggjarkarmurin fyri høllina er settur til 27 mió. kr.