Fara ikki at herða krøvini um koronu

Hóast korona aftur er farið at ganga, vil løgmaður ikki herða krøvini, hvørki í sambandi við kannngar ella í sambandi við koppseting

Korona er aftur farið at gera um seg og fleiri smittutilburðir verða staðfestir at kalla hvønn dag.  Tað hevur fingið fólk at purra uppundir, at myndugleikarnir aftur fara at herða krøv og tilmæli í sambandi við koronu.

 

Eitt nú hevur Pál Weihe, ráðgevari í koronu, mæl til, at tað aftur verður eitt krav, at øll, sum koma til Føroya, verða kannað á markinum í eini roynd at basa smittuni.

 

Men hann hevur eisini eitt umstrítt tilmæli og tað er, at summir arbeiðsgevarar eiga at krevja, at teirra starvsfólk verða koppsett. Tað, hann hugsar um, er, at starvsfólk á sjúkrahúsum, bústovnum til eldri, og aðrastaðni, har fólk eru, sum illa tola at fáa koronu. Men hann heldur somuleiðis, at tað hevði ikki verið órímiligt, at starvsfólk á skúlum og dagstovnum skulu verða koppsett.

 

Les meiri her: Nøkur arbeiðspláss skulu krevja at fólkið verður koppsett​​​​​​​

 

Men tað er Bárður á Steig Nielsen, ikki sinnaður til. Hann sigur, at hóast smittutilburðir verða staðfestir at kalla dagliga, metir farsóttarnevndin ikki, at tað er neyðugt at krevja, at øll, sum koma til landið, verði koppsett. Hetta er, sum støðan er nú, men tey fylgja væl við og broytist støðan, og nógv fleiri verða smittað, eru tey sinnað at viðgera tað av nýggjum.

 

Hann tekur heldur ikki undir við, at starvsfólk á summum stovnum skulu vera koppsett. Allur okkara koronupolitikkur byggir á, at fólk sjálvi skulu taka ábyrgd, og at koppsetingin er eitt tilboð og ikki eitt krav, sigur hann.

 

Hann sigur, at sostatt stendur tað til hvønn einstakan um tey vilja verða koppsett ella ikki, og tað skal ikki vera eitt krav frá arbeiðsgevarum, leggur hann afturat.