Fara ikki at gevast við at veiða hval

Japan fer ongantíð at gevast við sínari hvalaveiði. Tað segði fiskimálaráðharrin, Yoshimasa Hayashi, í gjár.

Samstundis fanst hann at londum og felagsskapum, sum vilja hava japanar at gevast við hvaleveiðini. Hann vísti á, at Japan er umgyrt av havi, og at japanar hava livað av havinum í øldir, og at tað, sum fæst úr havinum, hevur havt stóran týdning fyri samfelagið og tess menning.

Fiskimálaráðharrin legði afturat, at í Korea eta tey hundar, og at í Avstralia eta tey kenguruir.

-Hesi djórini eta vit ikki, men vit royna heldur ikki at fáa hini at gevast við tí, tí hetta er partur av teirra siðvenju, segði japanski fiskimálaráðharrin við fronsku tíðindastovuna AFP.