Fara at seta kikaran á tað fakliga

Verkfrøðingafelagið hevur fingið tveir nýggjar nevndarlimir

Føroya Verkfrøðingafelag hevði aðalfund leygardagin, har meira enn 30 verkfrøðingar vóru møttir. Á aðalfundinum tóku tveir nevndarlimir, Leon Smith og Jákup Mørkøre, ikki við afturvali, og í teirra stað vórðu Bjarni Petersen og Sigurd L. Lamhauge, valdir.

 

Bæði Leon og Jákup eru fyrrverandi formenn í felagnum, og teir eisini sitið leingi í nevndini. Felagið takkaði tí teimum báðum fyri drúgva og góða tænastu við eini gávu á aðalfundinum.

 

Eftir aðalfundin skipaði nevndin seg við Arna Petersen sum formanni, Mariu Chun Nielsdóttir sum næstformanni, Fríðriki Heinesen sum skrivara, Bjarna Petersen sum kassameistara, Sigurd L. Lamhauge sum nevndarlimi og Albert Pætursson og Súsannu Berg sum tiltakslimum.

 

Nevndin sigur, at nú ætla tey at seta kikaran tann fakliga partin av verkfrøðini. Tað vísir seg tíverri, at tað dentur oftast verður lagdur á, er, hvussu nógv ein verkætlan kostar – serliga tá ið hon kostar meir enn væntað. Hinvegin verður minni hugsa um, at aloftast eru tær væl úr hondum greiddar  til gleði fyri tey sum skulu brúka tær.