Í hesum døgum eru 75 ár liðin, síðani annar heimsbardagi endaði, og í hesum sambandi fer Bátafelagið á Toftum at skipa fyri konvojsigling á Skálafjørðinum.
Tiltakið verður leygardagin og endamálið við tí er at minnast bretsku hermenninar, sum fóru heim aftur til Bretlands hendan dagin fyri 75 árum síðani, siga tey í Bátafelagnum á Toftum í tíðindaskrivi um tiltakið.
Tað var 11. apríl 1940, at Winston Churchill boðaði Undirhúsinum í bretska parlamentinum frá, at Bretland júst í somu løtu var farið undir at hertaka Føroyar, siga tey.
Bretsku hermenninir fyltu nógv í tí dagliga hjá nógvum føroyingum undir krígsárunum.
Tá búðu eini 30.000 fólk í Føroyum, men bretsku hermenninir vóru einir 8.000 í tali, so tað var ein stór broyting.
Kríggið rakti eisini Føroyar hart, tí heilir 205 føroyingar sjólótust tey árini, meðan kríggið reikaði.
– Virksemið hjá bretum hjálpti væl upp á arbeiðsloysið, kanska serliga í Søldarfirði og í Sørvági, har nógvir hermenn vóru, men eisini á Toftum og Nesi hildu nógvir bretar til, sum høvdu stóra ávirkan á virksemið í báðum bygdunum, siga tey
Hersetingin skapti eisini sterk bond millum Føroyar og Bretland, og viðurskiftini millum londini bæði hava verið avbera góð síðani og eru tað framvegis, siga tey í Bátafelagnum á Toftum.