Fantastiskt Guðrið ? fantastiskt!

Guðrið Hansdóttir hevði í kvøld eina av teimum allar bestu konsertunum ? um ikki ta bestu - sum hava verið á ársins festivali Har var einki at seta fingurin á. Guðrið sang sum ein dreymur, og tónleikararnir spældu sera væl. Um ein ikki visti betur, so hevði man trúð, at framførslan var playback. Men tað var tað ikki. Tann hálvfulli Vágsbøurin fekk eina eminenta konsert, sum fær teg at gloyma bæði tíð og stað.

Í glitrandi reyðum kjóla megnaði Guðrið at røkka langt út um Vágsbø við síni framúrskarandi ? næstan guddómligari ? rødd. Hon náddi ómakaleyst upp á hægstu tónar, og varð man sum áhoyrari borin gjøgnum konsertina.

Sjáldan hevur ein tími gingið so skjótt. Guðrið, hatta var fantastiskt.