Fantastiskar afturmeldingar í Klaksvík

- Verkætlanin hevur ein mennandi og trivnaðarligan týdning fyri ung í Klaksvíkar kommunu, sigur Beinta Klakstein.

Verkætlanin - Ung í arbeiði - hjá Klaksvíkar kommunu eydnaðist eftir nýggja leistinum sum heild avbera væl, og eftirmetingin gevur ábending um, at bæði ungu arbeiðstakarar og arbeiðsgevarar á privata og kommunala arbeiðsmarknaðinum hava tikið sera væl ímóti fleiri av nýggju átøkunum.

 

- Tá Durita Samuelsen í vár varð sett í verkætlanarstarv sum samskipari av Ung í arbeiði 2018, var tað við uppskoti um fleiri broytingar í verkætlanini, sum hevur verið fastur táttur hvørt summar í nógv ár.

 

Í Klaksvíkar kommunu siga tey, at millum nýggju átøkini vóru eitt nú setanarsamrøður, tilvitað paring av arbeiðstakarum og arbeiðsplássum, verkstovan, sum var savningarstað fyri tey ungu eftir arbeiðstíð og ein vangi á Instagram, har tey ungu og øll áhugaði kundu fylgja við í arbeiðslívinum hjá teimum ungu.

 

Allir umsøkjarar, sum luku treytirnar, komu við í verkætlanina, har tey vóru til arbeiðis í tvær vikur í part á einum privatum ella kommunalum arbeiðsplássi, og hetta fegnast bæði Durita Samuelsen, samskipari, Jógvan Skorheim, borgarstjóri og Beinta Klakstein, forkvinna í trivnaðarnevndini fyri børn og ung um.

 

- Afturmeldingarnar hava verið fantastiska góðar millum tey ungu, sum veruliga hava verið arbeiðssom og røsk gjøgnum alla verkætlanina. Fyri nógv av teimum hevur hetta jú verið teirra fyrsta arbeiði, og tí er tað ótrúliga umráðandi fyri tey - og okkum øll - at tey fingu eina góða uppliving, tí arbeiðslívið er jú ein rættiliga stórur og týdningarmikil partur av lívinum hjá einum menniskja.

 

Tað sigur Durita Samuelsen, samskipari. Hon visit á, at avgerðin at skipa Ung í arbeiði eftir nýggja leistinum varð tikin politiskt tíðliga í ár, og semja er eisini millum borgarstjóran og avvarðandi nevndarforkvinnu um, at talan var um eina góða avgerð.

 

- Nýggi leisturin hevur kastað nýggjar vinningar av sær í verkætlanini, bæði við tað, at vit til dømis hava fingið eitt gott og tætt samstarv og samband í lag við privata arbeiðsmarknaðin. Átakið hevur óivað eisini givið teimum ungu møguleikan at læra eina rúgvu um samfelagið og arbeiðsmarknaðin.

 

Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu, vísir á, at á hinari síðuni hevur vinnulívið í kommununi kanska eisini fingið eyguni upp fyri, hvussu nógv røsk og arbeiðssom ung eru. Sama heldur Beinta Klakstein, forkvinna í trivnaðarnevndini fyri børn og ung.

 

- Verkætlanin hevur ein stóran mennandi og trivnaðarligan týdning fyri ung í Klaksvíkar kommunu, leggur Beinta Klakstein aftrat.

 

Tað fantastiska við hesum er, sigur hon, at ein rúgva er av 16-17 ára gomlum, sum hava tikið initiativ og ábyrgd við at vera við í verkætlanini. Hesi hava víst sítt virði og dugnsemi, og samstundis ivist Beinta Klakstein ikki í, at tey ungu hava lært nógv um, hvussu arbeiðsmarknaðurin er innrættaður.

 

- Hetta fer heilt sikkurt at koma teimum væl við seinni í lívinum eisini, umframt at eitt tættari samband er komið í lag millum tey ungu og ymisku aktørarnar á privata og kommunala arbeiðsmarknaðinum, sigur Beinta Klakstein.