Tað varð Fannhard Midjord úr Fuglafirði, sum seinnapartin í gjár gjørdist hepni vinnarin av stóru fótbóltsferðini til Barcelona.
Seinastu vikurnar hevur Rás2 skipað fyri eini sms-kapping, har øll tey, sum sendu inn sms, høvdu møguleika at vinna eina ferð fyri tvey til Barcelona við hoteluppihaldi í eina viku.
Partur av vinninginum eru eisini tvey atgongumerki til Super Cup stórdystin millum FC Barcelona og Atletico Madrid, sum verður spældur á Camp Nou mikukvøldið 28. august.
Í dráttinum um stóru fótbóltsferðina varð tað Fannhard Midjord, sum bleiv vinnari. Í beinleiðis sending á Rás2 bleiv hann uppringdur, og hann var sum vera man fegin um vinningin.
- Eg fylgi rættiliga væl við í fótbólti og havi ongantíð verið í Barcelona, so eg gleði meg til hesa ferðina, segði Fannhard Midjord við Rás2.










